Hondbóltsleikarin Lív S. Poulsen, sum hetta kappingarárið hevur spælt við Ajax København saman við Súnu K. Hansen og Rakul Wardum í bestu donsku hondbóltsdeildini, flytir til næstbestu donsku deildina at spæla næsta ár.
Felagið Team Midtsjælland Ringsted, vanliga rópt TMS Ringsted, boðaði í gjár frá, at tað hevur gjørt eitt árs sáttmála við føroyska vongspælaran, sum sambært heimasíðuni eisini skal brúkast sum bakspælari í høgru síðu.
- Vit eru fegin um og errin av at kunna fáa Lív S. Poulsen úr Ajax Liga til Ringsted, skrivar felagið, og leggur afturat.
- Hon spælir høgri vongur í Ajax Liga. Hon hevur fyrr spælt høgri bakkur – tað gjørdi hon eitt nú í Ikast Bording, og vit ætla, at Lív skal spæla á bakkinum í komandi leikári.
Sjálv sigur Lív S. Poulsen við heimasíðuna hjá TMS Ringsted:
- Eg havi valt TMS Ringsted, tí eg haldi, at teirra skjóta spæl riggar væl til mínar styrkir sum bakspælari. Samstundis havi eg eina kenslu av, at TMS hevur eina góða skipan og eitt gott venjingarumhvørvi, har menning allatíð er í fokus. Eg vil fegin menna meg enn meira sum hondbóltsspælari, og er rokni við, at TMS er eitt sterkt lið, við málsetningum, sum svara til mínar. Eg síggi fram til at gerast partur av liðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald