Fyri aðru ferð uppá seks vikur vann Liverpool á Tottenham. Hesaferð var tað ikki í seinastu løtu, at avgerðin fall.
Liverpool skoraði í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, tá Mané fekk pláss í vinstru. og við tvøralvering fann Firmino, ið fekk fatur á bóltinum, ið Lloris og Dier ikki gjørdu. Tríggjar minuttir eftir steðgin helt Lloris ikki hørðum skoti frá Mané, og so fylgdi Trent Alexander Arnold væl upp og smekkaði bóltin niður í longra málhorn - tríggir leikarar ið annars hava verið formveikir vístu góðsku í samband við málini.
Alexander-Arnold skorar til 3-1 (Mynd: EPA)
Tveir av málskjúttunum hjá Liverpool (Mynd: EPA)
Tottenham svaraði tó aftur næstan beinanvegin. Stephen Bergwijn bjóðaði av til vinstru í brotsteigin og legði síðani útfrá til danan Pierre-Emile Højbjerg, ið skoraði sítt fyrsta mál fyri Spurs.
Lív var í dystinum, ið vandameira liðið fekk avgjørt. Liverpool spældi aftur við røttu ferðini og við góðsku, og í 65. minutti fekk Joe Rodon ikki handfarið innleggið hjá Trent Alexander-Arnold, ið Sadio Mané beindi í málið. Løtu áðrenn varð eitt mál hjá Mo Salah kolldømt við VAR, tí bóltuin kom á armin hjá Firmino í uppspælinum, og næstan beinanvegin í dystinum varð málið hjá Son, ið hevði tveir aðrar góðar møguleikar, tikið aftur orsakað av rangstøðu.
Her er Mourinho greitt betri nøgdur enn Klopp, men so var ikki tá samanumkom (Mynd: EPA)
Tottenham megnaði ikki at svara aftur, og eftir fimm dystir á rað uttan sigur í Premier League fekk liðið hjá Klopp aftur trý stig. Liverpool er nú á 4. plássi - fýra stig frá oddaliðnum City. Menninir hjá Mourinho eru nummar seks og ikki heilt væl við í oddinum longur.
Hósdagin 28.01
Tottenham - Liverpool 1-3 (0-1)
Mikudagin 27.01
Burnley - Aston Villa 3-2 (0-1)
Chelsea - Wolves 0-0
Brighton - Fulham 0-0
Everton - Leicester 1-1 (1-0)
Manchester United - Sheffield United 1-2 (0-1)
Týsdagin 26.01
West Bromwich - Manchester City 0-5 (0-4)
Southampton - Arsenal 1-3 (1-2)
Crystal Palace - West Ham 2-3 (1-2)
Newcastle - Leeds 1-2 (0-1)
Støðan
1. Manchester City 41 stig (19 dystir)
2. Manchester United 40 stig (20 dystir)
3. Leicester 39 stig (20 dystir)
4. Liverpool 37 stig (20 dystir)
5. West Ham 35 stig (20 dystir)
6. Tottenham 33 stig (19 dystir)
7. Everton 33 stig (18 dystir)
8. Arsenal 30 stig (20 dystir)
9. Chelsea 30 stig (20 dystir)
10. Southampton 29 stig (19 dystir)
11. Aston Villa 26 stig (17 dystir)
12. Leeds 26 stig (19 dystir)
13. Wolves 23 stig (20 dystir)
14.Crystal Palace 23 stig (19 dystir)
15. Newcastle 20 stig (19 dystir)
16. Burnley 22 stig (19 dystir)
17. Brighton 18 stig (20 dystir)
18. Fulham 13 stig (19 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (20 dystir)
20. Sheffield United 8 stig (20 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald