Fótbóltur

Liverpool aftur sjey stig á odda

Oddaliðið vann arbeiðssigur í Brighton - Arsenal snávaði í grannauppgerð.

Salah fegnast saman við liðformanninum Jordan Henderson eftir brotssparksmálið í Brighton
(Mynd: EPA)

Salah fegnast saman við liðformanninum Jordan Henderson eftir brotssparksmálið í Brighton (Mynd: EPA)

2019-01-12 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í 22. umfari í Premier League eru leiktir seinnapartin:  

West Ham - Arsenal 1-0 (0-0)
Brighton - Liverpool 0-1 (0-0)
Burnley - Fulham 2-1 (2-1)
Cardiff - Huddersfield 0-0
Crystal Palace - Watford 1-2 (1-0)
Leicester - Southampton 1-2 (0-2)

17.30: Chelsea - Newcastle

Dagurin byrjaði við London uppgerð, har Arsenal hevði tørv á trimum stigum á olympiska leikvøllinum. Men tað var West Ham, ið fekk fult í inntensa dystinum. Stutt inn í 2. hálvleik skoraði írin Declan Rice einasta málið í dystinum. Uppleggi átti fyrrverandi Arsenal-leikarin Samir Nasri, ið leikt sín fyrsta Premier League-dyst fyri West Ham. Hetta var eitt afturstig hjá Arsenal, og frástøðan til 4. plássið kann gerast størri í kvøld.

Liverpool var á vitjan í Suðuronglandi, og eins og í fyrra dystinum millum oddaliðið og Brighton í kappingarárinum vann Liverpool 1-0, og Mo Salah gjørdist matchvinnari. Liverpool var omaná í spælinum, men fekk ikki lagt trýst av álvara. Men tíðliga í 2. hálvleiki breyt Salah ígjøgnum, varð feldur, og skoraði sjálvur trygt úr ellivu metrum. Liverpool helt síðani fast um leiðsluna, og hevði eisini møguleika at økja.

Burnley vann týðandi dyst í botnstríðnum. Fulham kom annars á odda beinanvegin, tá Andre Schürrle skoraði eitt dreymamál. Men Burnley kom á odda áðrenn hálvleik og helt tað leiðsluna. Sermerkt var, at bæði málini vóru sjálvmál. Í hinum botndystinum, sum var í Wales, kom einki mál. Southampton vann ein góðan og umráðandi sigur í Leicester og er nú omanfyri strikuna.

Seinasti dysturin í kvøld verður bríkslaður í gongd um eina løtu á Stamford Bridge, har bæði Chelsea og Newcastle veruliga hava tørv á stigum. 

1. Liverpool 57
2. Manchester City 50
3. Tottenham 48
4. Chelsea 44
5. Arsenal 41
6. Manchester United 38
7. Watford 32
8. Leicester 31
9. West Ham 31
10. Wolves 29
11. Everton 27
12. Bournemouth 27
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15: Burnley 21
16. Southampton 19
17. Cardiff 19
18. Newcastle 18
19. Fulham 14
20. Huddersfield 10


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder