Fótbóltur

Liverpool er enskur meistari fyri 20. ferð

Harvið eru arvafíggindarnir Liverpool og Manchester United púra javnir í samanlagda gullstríðnum. Fýra-ára røðin hjá City varð endaliga brotin við 5-1 sigri á Anfield í dag - fýra umfør fyri tíð.

Ovurstórur fagnaður á Liverpool-spælarum og áskoðarum hendan stóra dain við stóra sigrinum á Anfield- nú bíðar bara sjálvt steypið (Mynd: EPA)

Ovurstórur fagnaður á Liverpool-spælarum og áskoðarum hendan stóra dain við stóra sigrinum á Anfield- nú bíðar bara sjálvt steypið (Mynd: EPA)

2025-04-27 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er heilt gott lag undir sólini í Liverpool í kvøld. Á einum stúgvandi fullum Anfield kom heimaliðið afturum í 12. minutti, tá fyrrverandi Liverpool-áleyparin Dominic Solanke skoraði. Men so gekk skjótt hinvegin, og heimaliðið vann heili 5-1. Eitt stig var nóg mikið men enska meistaraheitið varð tryggjað á ógvuliga sannførandi hátt.

Tað vóru Luiz Diaz, Alexis Mac Allister, Cody Gakpo og Mohammed Salah, ið skoraðu fyri Liverpool, og so var tað fimta sjálvmál.

Tað hevur sum heild verið eitt sterk liðavrik og eitt vælstoypt avrik í árinum, har Liverpool bert hevur tapt tveir av 34 dystum higartil í Premier League. Tað hevur tó serliga verið Salah, ið hevur skinið: Egyptin, sum fyri stuttum skrivaði nýggjan sáttmála við Liverpool, skoraði í dag sítt mál nummar 28 í Premier League, og toppskjúttin í deildini hevur eisini lagt upp til heili 18 mál.

[object Object]
Mohammed Salah eftir enn eitt mál 

[object Object]Arne Slot og lið hansara hava veruliga víst støðufesti (Myndir: EPA)

Liverpool hevur vunnið nógvar dystir við einum máli við einum leikhátti hjá Arne Slot, sum er nakað øðrvísi enn tann hjá Jürgen Klopp. Man má siga, at tað er eydnast niðurlendska venjaranum at lyfta arvin fyrsta árið. Eingin hevur verið nær við sama støðufesti.

Teir í reyðum vunnu sjálva Premier League á fyrsta sinni í 2020. Síðani hevur bert Manchester City vunnið deildina.

Síðani ár 1900 hevur Liverpool vunnið fremstu ensku mansdeildina tjúgu ferðir. Tað er bert Manchester United, ið hevur vunnið so ofta, og nú eru arvafíggindarnir javnir samanlagt - United hevur ikki vunnið síðani 2013.

Fýra umfør eru eftir í Premier League, sum er einasta kapping, sum Liverpool framvegis er í. Liðið hjá Slot hevur verið sannførandi í deildini og kann røkka yvir 90 stigum.

[object Object]Mynd: EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder