Chelsea hevur hesa øldina vunnið fimm meistaraheiti - tvey tey seinastu fimm árini. Felagið í London hevur eisini einaferð verið við til at endaliga sløkkja meistaraheitsvónina hjá Tottenham. Tað var í 2016, millum tvey Chelsea-meistaraheiti, at teir í bláum fingu 2-2 javnleik móti grannunum í einum heitum dysti, har Eden Hazard seint í dystinum endaliga sendi meistaraheitið til Leicester.
Talan var um eitt søguligt og eitt ótrúligt kappingarár. Tað verður 2019/2020 eisini. Millum annað orsakað av koronastegðinum,men eisini tí at Liverpool á fyrsta sinni fer at vinna Premier League, og at tað verður í so stórum stíli. Liverpool hevur vunnið bestu ensku deildina heili 18 ferðir, men ikki síðani 1990 - tvey ár áðrenn hon varð skipað sum Premier League.
Mynd: EPA
Eitt fet afturat móti heitinum varð tikið í gjárkvøldið, tá Liverpool sannførandi vann á Crystal Palace. Tað endaði 4-0 á Anfield, har sera góð mál og gott spæl settu dám á. Trent Alexander-Arnold setti gongd á við frálíkum frísparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og Salah, Fabinho og Mané fylgdu upp.
Í Manchester City eru ongar vónir um meistaraheiti, nú 23 stig eru á muni, men tann allarseinasti teoretiski møguleikin kann vera burtur, tá klokkan er áleið 22 í kvøld. Liðið hjá Pep Guardiola vitjar á Stamford Bridge og skal vinna - annars verður Liverpool meistari. Um City vinnur, kann meistaraheitið verða avgjørt um átta dagar, tá Liverpool vitjar í Manchester. Chelsea hevur Champions League-pláss at spæla um.
Premier League 31. umfar
Í gjár:
Liverpool - Crystal Palace 4-0
Manchester United - Sheffield United 3-0
Newcastle - Aston Villa 1-1
Norwich - Everton 0-1
Wolves - Bournemouth 1-0
Týsdagin 23.06:
Leicester - Brighton 0-0
Tottenham - West Ham 2-0
Í kvøld:
18.00: Burnley - Watford
Southampton - Arsenal
20.15: Chelsea - Manchester City
Støðan:
1. Liverpool 86
2. Manchester City 63 *
3. Leicester 55
4. Chelsea 51 *
5. Manchester United 49
6. Wolves 49
7. Tottenham 45
8. Sheffield United 44
9. Crystal Palace 42
10. Everton 41
11. Arsenal 40 *
12. Burnley 39 *
13. Newcastle 39
14. Southampton 37 *
15. Brighton 33
16. Watford 28 *
17. West Ham 27
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 27
20. Norwich 21
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald