Flytingarvindeygað í Onglandi og í flestu londunum kring Evropa lat aftur í gjár.
Liverpool hevur hetta kappingarárið havt skaðatruppuleikar í serliga miðverjuni. Virgil Van Dijk gjørdist skaddur móti Everton í oktober og spælir ikki aftur hetta kappingarárið. Tað ger Joel Matip ikki - hetta gjørdist greitt í gjár. Joe Gomez varð skurðviðgjørdur í knænum í november, og ivasamt er nær hann spælir aftur.
Tí hevur tað verið væntað, at Liverpool fór at styrkja miðverjuna í júst farna flytingarvindeygað. Tað varð tó ikki fyrrenn á seinasta degi, at Liverpool fekk nakað uppá pláss, og talan var ikki um stór nøvn. 20-ára gamli turkiski miðverjin Ozan Kabak, ið hevur spælt 40 dystir í Bundeligaini fyri Schalke 04 seinastu 18 mánaðirnar er annar. Talan er um eina leiguavtalu. Hin er Ben Davies, sum kemur fyri lágan prís úr Preston. Hann kann spæla á vinstra bakki, og 25-ára gamli Davies valdi Liverpool frammum City.
Minamino skal nú prógva seg í Southampton (Mynd: EPA)
Takumi Minamino kom úr RB Salzburg. Tað sá út sum eitt spenanndi keyp fyri ein bíligan penga, tí Minamino hevði gjørt tað frálíka væl í Champions League-dystunum á heysti 2019 - millum annað í dystunum móti Liverpool. Minamino hevur tó ongantíð veruliga víst sítt sínar dygdri í Liverpool men fær nú møguleikan í Southampton. Álopskendi miðvallarin skal restina av kappingarárinum royna seg hjá liðnum, sum í kvøld spælir ímóti arvafíggindin hjá Liverpool. Manchester United hevur ikki keypt nakran leikara í januar - Ahmad Diallo varð keyptur farna summar men kom til felagið nú - eins og nógv onnur av liðunum í Premier League, men leiðgaðu Jesse Lingard til West Ham og seldu Marcos Rojo til Boca Juniors.
Joshua King í nærdysti við Atla Gregersen á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í november 2019. Nú skal áleyparin aftur spæla í Premier League (Mynd: Sverri Egholm)
Nábúgvarnir hjá Liverpool seldu Jonas Lössl til sítt gamla felag, FC Midtjylland, men keyptu ein annan skandinava. Talan er um norðmannin Joshua King, sum seinasta hálva árið hevur spælt í The Championship við Bournemouth. Fyri einum ári síðani var Manchester United eftir King, ið kom úr Noregs til júst Manchester. Tað er ikki greitt hvussu dýrur 29-ára gamli áleyparin var fyri Everton.
Arsenal leigaði tveir onglendingar út til lið, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting: Joe Willock til Newcastle og Ashley Maitland-Niles til West Bromwich. Verjuleikararnir Saed Kolasinac (leiga) og Shkodran Mustafi (leysgivin) fóru til Schalke. Sokratis og Mesut Ozil vórðu eisini leysgivnir - Ozil endaði í Fenerbache.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald