Sjey dystir í Premier League eru leiktir í dag.
Arsenal legði út við at vinna sín annan tepra sigur í ár ímóti liði, sum í fjør stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Ein av nýggju monnunum, Dani Ceballos, varð dagsins maður hjá Arsenal, og áleypararnir Lacazette og Aubameyang stóðu fyri málunum.
(Aubameyang og Lacazette skoraðu málini í 2-1 sigrinum hjá Arsenal á Burnley í dag - Mynd: EPA)
Arsenal hevur eins nógv stig sum Liverpool, sum í fyrra hálvleiki í Southampton í dag sá út sum eitt lið, ið hevði leikt 120 minuttir í Istanbul mikukvøldið. Fyrrverandi Southampton-leikarin, Saido Mané, fekk tó lagt útiliðið á odda fyri steðgin við góðum málið, og eftir steðgin var Liverpool omaná, og Firmino økti við góðum málið. Tað gjørdist spennandi ímóti endanum, tí Istanbul-hetjan Adrian, sparkaði mitt á fyrrverandi Liverpool leikaran Danny Ings.
(Saido Mané legði Liverpool á odda í Southampton - Mynd: EPA)
Manchester City var greitt omaná í spælinum í einum góðum fótbóltsdysti á Etihad, men Tottenham vísti stóran effektivitet. Við einum lagskoti frá Lamela í 1. hálvleiki og einum deyðbólti, ið innskifti Lucas Moura stútaði inn við sínari fyrstu nerting, mitt í 2. hálvleiki, fekk Tottenham eitt sera gott stig á útivølli ímóti meistarunum. Fyrst legði Sterling og síðani Aguero City á odda; bæði eftir tvey frálík De Bruyne innlegg.
(Mynd: EPA)
Hetta var tó ikki nóg mikið, og eftir fleiri góðar møguleikar hevði heimaliðið bóltið í Tottenham-málinum, men VAR-rúmið gjørdi vart við, at bólturin hevði rakt armin hjá Laporte, áðrenn Jesus smekkaði bóltin í málið, og øll hildu, at City hevði fingið trý uppiborin stig. Ístaðin deildu liðini stigini og hava nú bæði fýra.
(VAR tók sigursmálið hjá City vekk - Mynd: EPA)
Fýra mál í tveimum dystum. Hetta er úrtøkan hjá Raheem Sterling, men eisini hjá Teemu Pukki hjá Norwich. Hann hevur áður gjørt um seg í donskum fótbólti við Brøndby, skorað á Tórsvølli ímóti Føroyum við finska landsliðnum, og 29-ára gamli áleyparin gjørdist toppskjútti í The Championship.
(Teemu Pukki skoraði á Anfield í fyrsta dystinum í Premier League, skoraði hattrick, og er nú deildur toppskjútti í Premier League - Mynd: EPA)
Premier League, 2. umfar
Leygardagin, 17. august
Arsenal - Burnley 2-1 (1-0)
Aston Villa - Bournemouth 1-2 (0-2)
Brighton - West Ham 1-1 (0-0)
Everton - Watford 1-0 (1-0)
Norwich - Newcastle 3-1 (1-0)
Southampton - Liverpool 1-2 (0-1)
Manchester City - Tottenham 2-2 (2-1)
Í morgin:
14.00: Sheffield United - Crystal Palace
16.30: Chelsea - Leicester
Mánadagin:
20.00: Wolverhampton - Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald