Liðini sum sunnudagin spæla oddabrak í Premier League tryggjaðu sær í gjárkvøldið góð útgangsstøði í Champions League fjórðingsfinalurnar.
Hetta er serliga galdandi fyri Liverpool, ið fekk sítt triðja mál í 87. minutti, tá Luis Diaz - ið kom úr portugisiskum fótbólti í janar - sló til. Útiliðið var fyri tað mesta greitt omaná, men tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Benfica um munin til 2-1 og kom betri við. Tó er lítið og einki, ið bendir á, at tað verður spennandi um samlaða útfallið, tá spælt verður á Anfield um eina viku.
Atletico Madrid kann gera tað óguvliga trupult fyri Manchester City í Madrid um eina viku, men so noyðist liðið hjá Diego Simeone at hava minst eitt skot. Tað hevði tað ikki í Manchester í gjár, tá Atletico, sum væntað, spældi ógvuliga verjukent. City hevði bóltin yvir 70 prosent av tíðini men hevði bert tvey skot á mál, og tað var ikki fyrrenn í 70. minutti, at Kevin De Bruyne fekk hol á.
Í kvøld vitjar Bayern München hjá Villareal, og Real Madrid og Chelsea spæla í London.
Champions League fjórðingsfinalur (fyrru)
Í gjár - Týsdagin 05.04
Manchester City - Atletico Madrid 1-0 (0-0)
70' Kevin De Bruyne 1-0
Benfica - Liverpool 1-3 (0-2)
17' Ibrahima Konate 0-1
34' Sadio Mané 0-2
49' Darwin Núnéz 1-2
87' Luis Díaz 1-3
Í kvøld - Mikudagin 06.04
20.00: Villareal - Bayern München
Chelsea - Real Madrid
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald