Aftur eydnaðist tað hjá teimum reyðu úr Liverpool at vinna eftir brotssparkskapping í Istanbul. Hesaferð inni í sjálvum býnum; ikki á Olympiska leikvøllinum men á Vodafone Park, ið var karmur um ársins evropeisku Super Cup. Fleiri ferðir er hendan finalan leikt ímillum tvey sponsk lið, men í farna kappingarárið sótu ensku feløgini á evropeisku finalunum.
Europa League-vinnararnir vóru omaná í 1. hálvleiki. Liðið hjá Frank Lampard spældi við ferð, ætlan og inntensiteti, meðan Liverpool-liðið sá heldur tungt út. Liðini vóru annars komin heilt ørvísi frá byrjan í Premier League: Liverpool vann 4-1 á Norwich fríggjakvøldið; Chelsea tapti 4-0 á Old Trafford sunnudagin.
(Kanté var frálíkur í Istanbul í gjárkvøldið - Mynd: EPA)
Tá var Chelsea uttan N'Golo Kante frá byrjan, og fraklendingurin gjørdi stóran mun á miðvøllinum í gjárkvøldið. Oliver Giroud var eisini í álopinum hesuferð, og fraklendingurin skoraði sera trygt, tá vælleikandi Christan Pulisic spældi hann leysan.
(Mané javnaði og legði Liverpool á odda - Mynd: EPA)
Amerikumaðurin fekk mál kolldømt løtu seinni, men frá byrjan av í 2. hálvleiki var Liverpool betri, og Saido Mané skumpaði útjavnandi málið í kassan tríggjar minuttir inn í 2. hálvleik. Neyðugt var við longdari leiktíð, og har skoraði Mané eitt frálikt mál eftir fimm minuttir. Chelsea tók síðani yvir, og tað var ikki óuppiborið, at Jorginho fekk javnað við sera tryggum brotssparkið.
(Jorginho skoraði tvær ferðir ísakalt úr ellivu metrum - Mynd: EPA)
Italienski miðvallarin fekk møguleikan til at gera hetta í brotssparkskappingini eisini, og har skoraðu níggu teir fyrstu skjúttarnir allir trygt og væl. Til seinast traðkaði Tammy Abraham fram, og nýggi Liverpool-málverjin Adrian, ið hevði framt brotsspark ímóti Abraham í longdu leiktíðini, bjargaði við beininum. So kundu Klopp og hansara menn fegnast um steypið, ið Liverpool seinast vann í 2005. Í Community Shield vann City eftir brotssparkskapping - hesaferð koppaði tað til Liverpool. Chelsea og Lampard kundu fegnast um eitt gott avrik.
Liverpool spælir longu aftur leygardagin í Southampton. Chelsea tekur sunnudagin ímóti Leicester.
European Super Cup
Istanbul, 14.08
Liverpool - Chelsea 3-2 eftir brotsspørk - Vanlig leiktíð: 2-2 (1-1)
36' Oliver Giroud 0-1
48' Sadio Mané 1-1
95' Sadio Mané 1-2
101' Jorginho 2-2
Brotsspørk:
Roberto Firmino 3-2
Jorginho 3-3
Fabinho 4-3
Ross Barkley 4-4
Divock Origi 5-4
Mason Mount 5-5
Trent Alexander-Arnold 6-5
Emerson 6-6
Mohammed Salah 7-6
Tammy Abraham brennir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald