Fótbóltur

Loksins fyrsta stigið til suðuroyarkvinnur

TB/FCS/Royn fekk í kvøld sítt fyrsta stig í Betri deildini hjá kvinnum. Tað gjørdu suðuroyarkvinnur við javnleiki móti EBS/Skála.

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2023-05-03 22:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tapini hava mangan verið stór, men onkuntíð hevur verið nær við, at suðuroyarkvinnur hava fingið sítt fyrsta stig síðani tær komu í bestu deildina at spæla við kappingarbyrjan í fjør.

Í kvøld, eftir 26 dystir í Betri deildini hjá kvinnum eydnaðist tað TB/FCS/Royn at vinna sítt fyrsta stig.

Tað gjørdu tær við 1-1 javnleiki á Skála móti EBS/Skála.

Heimaliðið legði seg á odda við máli frá Leu Lisberg tá 33 minuttir vóru leiktir, men bara tríggjar minuttir seinni javnaði Nancy Einarsson fyri TB/FCS/Royn.

Suðuroyarkvinnur vóru undir stórum trýsti í seinna hálvleiki, men fleiri mál komu ikki og fyrsta stigið var veruleiki.

Dagsins leikari sambært dystir.fo var málverjin hjá TB/FCS/Royn, Soledad Alejandra Arroyo.

Tríggir aðrir dystir vóru í bestu kvinnudeildini í kvøld. 07 Vestur hevði vitjan av oddaliðnum KÍ. Klaksvíkskvinnur vunnu 2-0. NSÍ var á vitjan hjá Víkingi í einum málríkum dysti og vann 5-2. Grannauppgerð var í Gundadali, og bleiv ikki avgjørd fyrr enn í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Livyan Kétille Borges Silva avgjørdi og tryggjaði teimum hvítu trý stig.

EBS/Skála - TB/FCS/Royn kv. 1-1 (1-1)
33' Lea Lisberg 1-0
36' Nancy Einarsson 1-1

07 Vestur - KÍ kv. 0-2 (0-2)
3' Eyðvør Klakstein 0-1
10' Rebekka Fjallsá Benbakoura 0-2

Víkingur - NSÍ kv. 2-5 (1-3)
9' Mirjam Huneck 0-1
13' Heidi Sevdal 0-2
38' Hjørdis Rasmusdóttir 1-2
45+03' Eydna Olsen Dalheim 1-3
64' Sjálvmál 2-3
67' Lena Olsen 2-4
79' Heidi Sevdal 2-5

B36 - HB kv. 1-0 (0-0)
90+01' Livyan Kétille Borges Silva 1-0

Betri deildin kvinnur

1. KÍ 15 stig (5 dystir)
2. NSÍ 10 stig (5 dystir)
3. B36 8 stig (5 dystir)
4. HB 7 stig (4 dystir)
5. 07 Vestur 7 stig (5 dystir)
6. Víkingur 4 stig (4 dystir)
7. EBS/Skála 1 stig (5 dystir)
8. TB/FCS/Royn 1 stig (5 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder