Fótbóltur

Longd leiktíð á Tórsvølli

Sebastian Pingel vendi 0-1 til 2-1 við tveimum frálíkum stútarum eftir góð upplegg frá Alex Mellemgaard. Levadia svaraði tíverri aftur skjótt, og nú skal dysturin finnast eftir longda leiktíð ella brotsspark.

Pingel hevur skorað bæði málini hjá B36 (Mynd: Bjarni Enghamar)

Pingel hevur skorað bæði málini hjá B36 (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-08-27 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. hálvleikur á Tórsvølli var sera undirhaldandi, og B36 vísti til tíðir sera gott spæl, umframt góðan hugburð.

Sebastian Pingel javnaði fyri B36 og sendi tríggjar minutir seinni ártalsfelagið á sigurskós, men tað endaði 2-2 eftir 90 minuttir. 

Liðið sum vinnur í longdrari leiktíð ella brotssparkskapping fer víðari til 2. umfar í Europa League

B36 - Levadia Tallin 0-0 (2-2)
52' Karl Oigus 0-1
72' Sebastian Pingel 1-1
75' Sebastian Pingel 2-1
79' Trevor Elhi 1-1



Fylg við á forsíðuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder