Seinnapartin var hátíðarhald, nú Lonin við Hoyvíksvøll varð tikin alment í nýtslu. Ætlanin er at halda fram við at betra og fríðka um økið, herundir at skipa økið betri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í røðu í Hoyvík seinnapartin, at í visjónini fyri Tórshavnar kommunu stendur, at kommunan hevur sum visjón at vera ein virkin og vakin høvuðsstaður.
Í summar eru tað 5 ár síðan, Hoyvíksvøllur varð tikin í nýtslu. Ynskið um ein fótbóltsvøll í Hoyvík hevði tá verið ávegis í nøkur ár. Staðsetingin í serstøk, tí Hoyvíksvøllur er hægst liggjandi fótbóltsvøllur í Føroyum.
Hæddin á miðjuni á vøllinum er 117,31 m yvir havinum, meðan næst eftir hann kemur fótbóltsvøllurin á Argjum, sum er 92,87 m yvir havinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi, at kommunan er í holt við at fáa hendur á stykkunum aftanfyri lonina, so tað verður rúmsáttari og ikki minst betri fyri grannarnar. Umframt at tað liggur í kortunum at farast skal undir bygging av einum felagshúsi innan 2024.
Myndir: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald