Annað

Luitjen tapti finaluna

Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum í einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa.

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol gjørdi rættiligt hál í Liktinstein

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol gjørdi rættiligt hál í Liktinstein

2022-10-02 10:47 Author image
Innsent
placeholder

16 ára gamli føroyski telvarin, Luitjen Akselsson Apol, fekk frálíkt úrslit í EM-einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa suðuri í Liktinstein.

Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum. Hann var styrkismettur sum nummar seks. Fyri seinasta umfar í gjár stóð á jøvnum millum Luitjen og favorittin, 19 ára gamla Henderson de la Fuente Lance, úr Andorra. Men finaludystin teirra millum vann spanski stórmeistarin, sum umboðar Andorra.

Tað bar í sær, at annar stórmeistarin í kappingini, 62 ára gamli veteranurin, Igor Efimov, sum upprunaliga er ættaður úr Georgia í Sovjetsamveldinum, og sum hevur verið italskur meistari tvær ferðir, og nú fleirfaldur meistari í Monako, smeyg sær framum okkara mann og endaði nummar tvey. Luitjen vann annars talvið teirra millum.

Fyri góða úrslitið í Liktinstein forvinnur Luitjen 102 ratingstig. Hann fer tí upp á 2215, og av 16. plássi fram á 7. pláss á føroyska styrkilistanum.

Hetta var fjórða einstaklingakappingin millum telvarar úr smátjóðum í Evropa. Okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, vann fyrstu tvær kappingarnar. Hin triðja var telvað í koronutíð umvegis netið. Tá sat hvør maður í sínum heimlandi. Tá stóð á jøvnum millum Helga Dam Ziska og svenska stórmeistaran Michael Wiedenkeller, sum umboðar Luksemburg, har hann hevur búð og arbeitt í fleiri ár. Eftir fínteljing varð Wiedenkeller vinnari.

Kappingarnar fyri landslið úr teimum tíggju smátjóðununum í Evropa hava Føroyar vunnið flestar.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder