2020-12-11 16:44
B68 hevur í dag kunngjørt sín fyrsta styrk til komandi ár, og tað er ein royndur harri, ið tvær ferðir hevur verið ársins leikari í Betrideildini og sum hevur vunnið trý FM og eina steypakapping.
Talan er um 33-ára gamla póllendingin Lukasz Cieslewicz, sum seinast hevur verið sáttmálabundin í Víkingi, men sum frá 2011 til og við 2019 var í B36.
Lukasz hevur spælt 223 dystir og skorað 77 mál í fremstu røð í Føroyum. Nú er ætlanin at hansara royndir og dygdir skulu koma B68 til góðar, nú felagið skal royna at fóta sær í Betrideildini.
Partarnir hava undirskrivað ein tvey-ára sáttmála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald