Fótbóltur

Lukasz venur við HB

Fyrrverandi B36 og Víkinga-leikarin var til venjing hjá oddaliðnum í gjár, sambært bolt.fo.

Verður Lukasz liðfelagi við millum annað Adrian Justinussen? (Mynd: Sverri Egholm)

Verður Lukasz liðfelagi við millum annað Adrian Justinussen? (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-20 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi í níggju ár við B36, har hann vann trý FM og tríggjar ferðir varð kosin til ársins leikara. Í vetur skifti Lukasz Cieslewicz til Víking, men hetta gjørdist ikki væleydnað. 18 dystir, 3 mál og tvey upplegg og eftir venjaraskifti varð 32-ára gamli álopskendi leikarin biðin um at fara at spæla við 1. deild.

Hetta hendi ongantíð, og fríggjakvøldið kunngjørdi Víkingur, at samstarvið við Lukasz varð støðgað. 

Tað gingu ikki nógvir dagar - so var ein av allarstørstu profilunum í deildini seinastu tíggju árini at síggja til venjing í Gundadali aftur. Tó ikki hjá B36 - men hjá HB. Hetta skrivar bolt.fo í dag. 

HB hevur ikki møguleika at knýta Lukasz Cieslewicz at hópinum fyri restina av kappingarárinum, men helst er hetta komið í lag, so at Jens Berthel Askou við toymi kunnu síggja, um ein sáttmáli skal gerast við fyrrverandi B36-leikaran í vetur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder