2023-10-15 11:35
Súna Krossteig Hansen verður ikki við í EM-undankappingardystinum móti Íslandi seinnapartin.
(Mynd: HSF)
Hon var so óheppin at bróta ein fingur í dystinum móti Svøríki hósdagin og fær tískil ikki verið við.
Í hennara stað kemur Lukka Arge úr H71. Lukka er 19-ára gomul og hevur royndir frá ungdómslandsliðunum, har hon hevur verið sera eyðsýnd.
Dysturin millum Føroyar og Ísland byrjar klokkan 15. Atgongumerki fáast her. Kringvarpið vísir eisini dystin í sjónvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald