21. meistaraheitið hjá kvinnunum er longu ein veruleiki, og hjá monnunum er tað bara spurningur um tíð áðrenn 19. meistaraheitið er komið í hús.
Tað kann verða longu í dag við javnleiki ella sigri ímóti B36, sum er á vitjan við Djúpumýrar klokkan 18. KÍ hevur verið suverent í ár, og hevur eftir 23 umfør ongan dyst tapt, leikt tveir javnleikir og bara latið sjey mál inn.
Tískil er nógv sum bendir á, at klaksvíkingar klára at knógva havnarmonnum sum koma á vitjan, og tryggja KÍ nítjunda meistaraheitið.
Seinast KÍ vann FM-hetið hjá monnum var í 2019.
Sunnukvøldið á Ovara vølli í Gundadali tá KÍ vann 1-0 ímóti B36. Tað var nokk til at vinna FM (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ-kvinnurnar hava eisini verið sannførandi í ár. Tær hava ongan dyst tapt, men vunnið 13 dystir og spælt sjey javnleikir. Hetta er triðja árið á rað, at KÍ vinnur FM-heitið hjá kvinnum.
KÍ-AB/B71 kvinnur spæla klokkan 14, meðan menninir sum nevnt spæla ímóti B36 klokkan 18.
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ 65 stig (23 dystir)
2. Víkingur 56 stig (24 dystir)
3. HB 49 stig (23 dystir)
4. B36 42 stig (24 dystir)
5. NSÍ 38 stig (24 dystir)
6. 07 Vestur 25 stig (24 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (23 dystir)
8. B68 19 stig (24 dystir)
9. ÍF 16 stig (24 dystir)
10. TB 3 stig (23 dystir)
Støðan í Betri deildini kvinnur
1. KÍ 46 stig (20 dystir)
2. EBS/Skála 41 stig (20 dystir)
3. NSÍ 39 stig (20 dystir)
4. Víkingur 32 stig (20 dystir)
5. HB 30 stig (20 dystir)
6. B36 26 stig (20 dystir)
7. 07 Vestur 12 stig (20 dystir)
8. AB/B71 3 stig (20 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald