Fótbóltur

Lutakast til undanumfarið og til áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður í kvøld

Undanumfarið, har liðini sum eru longur niðri enn í 1. deild luttaka, verður 27. juni. Mikudagin 8. juli verða áttandapartsfinalurnar. Lutakastið verður í 3-2 í kvøld.

HB lyfti Løgmanssteyið í fjør eftir finalusigur á Víkingi (Mynd: Bjarni Enghamar)

HB lyfti Løgmanssteyið í fjør eftir finalusigur á Víkingi (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-06-15 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld verður avgjørt, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið verður í sjónvarpssendingini 3-2, sum byrjar áleið klokkan 19:30.

Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari. 

Undanumfarið verður spælt leygardagin 27. juni. Har luttaka fýra lið, MB, Royn, FC Suðuroy og Undrið FF, og vinnararnir fara víðari til 1. umfar, ið eru áttandapartsfinalurnar. Tær verða leiktar mikudagin 8. juli, og tá koma øll hini feløgini við í steypakappingina - tey ið eru umboðaði í 1. deild ella Betrideildini.

[object Object]Steypið, ið kappast verður um (Mynd: FSF)


Kappingin um Løgmanssteypið verður nakað øðrvísi í ár, sammett við undanfarin ár. Millum annað verður ein hálvfinala ístaðin fyri tvær, og hon verður leikt á uttanveltaðum vølli.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar 21. november, hálvfinalurnar 28. november, meðan finalan um Løgmanssteypið í ár verður spæld leygardagin 5. desember.

HB skal verja steypið. Liðið vann í fjør finaluna 3-1 á Víkingi. Tað var 27.ferð, at menninir hjá HB gjørdust steypavinnarar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder