Í apríl skal føroyska manslandsliðið royna at femja bragdið í HM Play-off umfarinum og basa týskinum.
Áðrenn tað skal greiða fáast á, hvørjum Føroyar skulu stríðast við um pláss í EM-endaspælinum 2024. Hondbóltssamband Føroya hevur sett út í kortið, at Føroyar helst skulu vera við til endaspælið, sum verður í Týskalandi - har liðið hjá Peder Bredsdorff-Larsen skal spæla 13. apríl.
Undankappingin byrjar í heyst, í oktober. Fýra lið eru í hvørjum bólki - átta bólkar eru - og tað snýr seg um at enda í topp-tvey ella at vera ímillum fýra teir bestu trý'ararnir fyri at koma til EM-endaspælið.
Hóast lið eru í triðja styrkislagi, ið Føroyar avgjørt kunnu vinna á, á degnum, og lið eru í styrkislagi nummar tvey, ið føroysku menninir hava spælt javnar dystir ímóti og/ella fingið stig ímóti, so kann tað verða ein veruligur vansi, at Føroyar eru í niðasta styrkislagi. Um illa vil til kann lutakastið hátta seg soleiðis, at talan verður um ein heilt truplan bólk, men møguleikar eru sjálvandi eisini fyri einum meira hepnum lutakasti, tí átta lið eru í hvørjum styrkislagi.
Lutakastið verður hósdagin 31. mars. Sí styrkisbólkarnar niðanfyri:
Mynd: EHF Euro
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald