Hondbóltur

Lýðar var nærum lýtaleysur - Føroyar fóru frá Ísrael í 2. hálvleiki

Lýðar í Dímun gjørdist toppskjútti og dagsins spælari hjá Føroyar. Neistamaðurin hevði stóra ávirkan í álopi og verju - serliga tá Føroyar fóru frá og vunnu sær HM-pláss, og spælarar sum Árason, Hammer og Johannesen eisini vóru avgerandi.

Lýðar í Dímun var í verjuni allan dystin og kom inn í álopið nakað inn í 1. hálvleik og gjørdi skjótt bart.(Mynd: FRH)

Lýðar í Dímun var í verjuni allan dystin og kom inn í álopið nakað inn í 1. hálvleik og gjørdi skjótt bart.(Mynd: FRH)

2026-07-16 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann breyt ígjøgnum, skeyt útifrá við góðum hoppiskotum, legði væl upp til fleiri mál og vardi fyrimyndarliga væl í serliga 2. hálvleiki.

Lýðar í Dímun vardi allan dystin og kom inn í álopið nakað inn í 1. hálvleik og gjørdi skjótt bart. Neistamaðurin, sum var skaddur stóran part av farna kappingarári, gav Føroum nakað eyka.

[object Object]
Lýðar (nummar 84) og hinir kundu fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: FRH)

Lýðar í Dímun skoraði átta mál uppá níggju skot og varð ógvuliga uppiborið kosin dagsins spælari hjá Føroyum.

[object Object]

[object Object]Lýðar í Dímun fagnaður og heiðrarður eftir 33-31 sigurin (Myndir: FRH)

Tað var serliga miðskeiðis í 2. hálvleiki, at Føroyar fóru frá. Tá kom Ingi Johannesen veruliga í gongd í málinum stórum bjargingum: Serliga frá dugnaliga høgra vonginum Asaf Sharon, sum Ingi fekk tamarhald á: Eftir brotskast og við fríum skotum av vonginum: Níggju bjargingarnar hjá Inga eftir steðgin vórðu týðandi.

[object Object]
Ingi Johannesen gjørdi bart í løtum, eins og móti Týsklandi týsdagin (Mynd: FRH)

Tað gjørdi millum annað Rúnar Hammer eisini. Hann brendi heldur nógv, men kviki bakspælarin átti saman við Lýðari flest upplegg, hann skoraði fimm mál - harav fleiri ógvuliga týðandi í løtum. Rúnar legði, serliga tíðliga í 2. hálvleiki stórt trýst á verjuna hjá Ísrael.

Hon lat ikki Magnus Árason fáa bóltin ofta í 2. hálvleiki, og ei undur í tí. Høgri vongurin skoraði trý tey fyrstu málini í dystinum púra trygt, og tá hann slapp framat í kontraálopum og øðrum, var Magnus púra tryggur, fyriuttan einaferð. Snildi vongurin skoraði millum annað eisini ein framúr skrúibólt, so Føroyar komu á odda móti trimum málum seint í dystinum.

Føroyar skulu í morgin, fríggjadagin, spæla móti Noreg.

EM 2026 - dystir um 9. - 16. pláss
Føroyar - Ísrael 33-31 (15-17)

Dystargongdin
10 min. 4-4
20 min. 9-10
30 min. 15-17
40 min- 20-21
50 min. 27-25
60 min. 33-31


Málskjúttar hjá Føroyum:
Lýðar í Dímun 8 - Dagsins spælari
Magnus Árason 6
Rúnar Hammer 5
Jákup Egholm 4 (1)
Filip Haldansen 3
Erling Erlendsson 3
Pauli Rasmussen 2
Torkil Dahl 2 (2)

Flest upplegg: Rúnar Hammer og Lýðar í Dímun (4 hvør)

Málverjar:
Ingi Johannesen: 50 min - 11 bjargingar (32 prosent)
Bjarni Gunnarson Jacobsen. 10 min. 1 bjargingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder