Fótbóltur

Lyklaleikarar mangla hjá HB

Hørður Askham og Tróndur Jensen eru úti í kvøld og í langa tíð - báðir hava slitið eitt krossband.

Miðvallarin hjá HB verður úti í eitt lítið ár, eftir at hann sleit krossbandið í dysti móti Skála seinasta vikuskifti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Miðvallarin hjá HB verður úti í eitt lítið ár, eftir at hann sleit krossbandið í dysti móti Skála seinasta vikuskifti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-21 08:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Eitt óhapp kemur sjálvdan einsamalt" "Snarljósið slær í summum førum niður sama stað tvær ferðir" Hetta kunnu HB' arar kenna seg aftur í, nú tveir av føstu leikarunum missa steypafinaluna í kvøld, verða úti restina av hesum árinum og allarhelst tað mesta av næsta ári við. 

[object Object]
Hørður, ið fyllur 25 ár í morgin, spældi sín fyrsta A-landsdyst móti Svøríki. Hann endaði tó tíverri sera keðiliga fyri verjuleikaran (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham hevði byrjað inni allar dystirnar hjá HB í ár fram til endan av august. Hann kom álvarsliga til skaða ímóti endanum av landsdystinum ímóti Svøríki. Hørður var á høkjum eftir dystin, og hóast tað í fyrstu syftu ikki varð hildið, at talan var um krossbandsskaða, so váttaðu læknar í Danmark hetta eina viku seinni.

Les eisini:  
Keðilig boð til Hørð Askham

Tróndur Jensen vitjaði viku seinni - hósdagin - sama stað í Keypmannhavn. Eisini hann fekk somu knúsandi boð: Fremra krossbandið var farið. Hetta komst av, eins og hjá Hørði, einum "soloóhappi" í dysti. Tróndur varð borin út tíðliga í dystinum móti Skála sunnudagin. Sambært in.fo er 26-ára gamli miðvallarin í fyrsta lagi til reiðar aftur um 9-10 mánaðir; hjá Hørði var tíðarskeiðið 9 mánaðir til eitt ár. Tróndur Jensen kom aftur á liðið, tá ein lítil triðingur var farin av kappingarárinum, og skjótt sá HB-spælið mundandi betri út.

[object Object]
Tróndur kemur veruliga at mangla á miðvøllinum hjá HB móti Gunnar Vatnhamar og Víkingi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Spurningurin er, hvørjar loysnir Heimir Guðjónsson og Rasmus Nølsøe velja til í kvøld. Tað er upplagt, at liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen kemur inn á høgra bakk, har Hørður Askham hevur spælt eftir summarsteðgin. Serliga tí at Bartal Wardum helst verður fluttur inn í miðverjuna, har Brynjar Hlöðversson spældi móti Skála. Íslendingurin skal helst verða við til at fylla tómrúmið fyri Trónd á miðjuni. Tó hevur Jógvan Rói ikki byrja inni fyri HB í næstan tveir mánaðir. 

Vit gita:
HB (4-4-2/4-2-3-1): 
Teitur Matrass Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Brynjar Hlöðversson, Dan í Soylu, Símun Samuelsen - René Shaki Joensen Sebastian Pingel

Ein onnur loysn, um Jógvan Rói framvegis verður úti frá byrjan, er at Brynjar veðrur í miðverjuni saman við Lassa og við Bartal á høgra bakki. Síðani verða tað Dan og René sentralt á miðvøllinum, og Pingel og Ari Mohr Olsen fremst. Pætur Petersen er ein jokari, men verður helst nýttur sum júst tað: Ein jokari ið kann setast inn at skapa ymiskt.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder