Fótbóltur

Lyon skelkaði aftur fótbóltsheimin

City er liðugt í Champions League, eftir at nummar sjey í Fraklandi revsaði liðið hjá Guardiola náðisleyst. Innskifti Moussa Dembele gjørdist avgerðandi fyri Lyon, ið fyri fyrstu ferð í tíggju ár er í hálvfinaluni.

Tvífaldi málskjúttin, innskifti Moussa Dembele, verður fagnaður (Mynd: EPA)

Tvífaldi málskjúttin, innskifti Moussa Dembele, verður fagnaður (Mynd: EPA)

2020-08-15 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í áttandapartsfinaluni vóru tað Juventus og Cristiano Ronaldo, ið fullu ímóti Lyon. Áðrenn fjórðingsfinaluna í kvøld , tí seinastu í kappingini, varð ikki mett, at franska liðið, ið lá á 7. plássið í Ligue 1, tá kappingin endaði, hevði nakran serligan møguleika móti liðnum hjár Pep Guardiola. Men eitt sera vælskipað, hartarbeiðandi, sera effektivt, og eisini nakað heldugt Lyon-lið megnaði tað.

Í fjør vóru City og Lyon í bólki saman í Champions League. Lyon vann sera óvæntað 2-1 í Manchester, og í Lyon endaði tað 2-2. Maxwel Cornet skoraði trý av teimum fýra málunum hjá Lyon í dystunum, og kviki leikarin frá Fílabeinsstrondini legði Lyon á odda í 24. minutti í kvøld. Tað var, eftir at tað ikki eydnaðist hjá City at halda høgu linjuna, og vinstri vongbakkurin var til reiðar á leysa bóltinum, tá Eric Garcia sum seinasti maður takklaði bóltin frá Ekambi væl, og Cornet síðani legði hann væl innum Ederson.

[object Object]
Í samband við málið helt Kyle Walker ikki linjuna, og so var Cornet til reiðar. Hesir høvdu nógvar nærdystir í kvøld

[object Object]

(Myndir: EPA)

City hevði ógvuliga ilt við at skapa nakað í 1. hálvleiki - størsta møguleikan hevði Raheem Sterling eftir 45 minuttir, men Antonio Lopez, sum stóð trygt, kom væl út og vardi fyri. Tað eydnaðist væl hjá Lyon at lata økini aftur fyri City, men sum fráleið í 2. hálvleiki sá betri út hjá City, og miðskeiðis í hálvleikinum javnaði Kevin De Bruyne. Belgiski miðvallarin hevði havt nakrar frísparksroyndir frammanundan - eingn ivi var tá Sterling fann hann væl inni í brotsteignum, tí De Bruyne legði bara bóltin niður í longra málhornið.

[object Object]
Mynd: EPA

Nú kundi ein hugsað, at City av álvara fór at taka yvir og avgerða dystin, men tíggju minuttir seinni varð alt vent á høvdið aftur. Aymeric Laporte spældi bóltin mitt í føturnar á einum Lyon-leikara, ið sendi bóltin í dýpdina. Ekambi lat hann fara til Moussa Dembele (fyrrverandi Celtic-áleyparan, ikki fyrrverandi Tottenham-miðvallarin). Hann kom inn fyri liðformannin Memphis Depay, og gjørdist nú einsamallur við Ederson. Bólturin sníkti seg millum beinini á brasilianska málverjanum og rullaði og hoppaði víðari í málið. VAR hugdi eftir støðuni, tí Dembele rann í hælin á Laporte, tá hann royndi at renna framvið honum, beint áðrenn bólturin varð leiktur. City hevði ein risamøguleika at javna aftur, tá Jesus fann Sterling í brotsteignum, men hann skeyt onkursvegna uppum tóma málið. Ein minutt seinni var mál, tá Ederson ikki helt einum skoti, og Dembele var mest til reiðar. 3-1 og so var leyst og liðugt.

[object Object]
Í fótbólti er sera stutt ímillum at man gerst hetja og dólgur - ein minutt eftir at Sterling misnýtti ein risamøguleika, avgjørdi Dembele dystin (Mynd: EPA)

[object Object]
Rudi Garcia og hansara lið hava aftur framt eitt bragd (Mynd: EPA)

Rudi Garcia og hansara menn kundu av álvara fegnast í Lissabon í kvøld. Teir verða verandi har - Lyon skal mikukvøldið spæla sína fyrstu Champions League hálvfinalu síðani 2010. Eins og tá er uppgávan Bayern München, og hon er risastór. Hjá City var vónbrotið risastórt. Í teimum fýra árunum hjá Manchester City við Pep Guardiola sum oddamanni, er tað ikki eydnast at verið millum fýra tey seinastu í heimsins størstu kapping fyri lið. Í ár eru ístaðin tvey týsk og tvey fronsk feløg í hálvfinalunum.


15/8 - Estadio Jose Alvalade
Lyon - Manchester City 3-1 (1-0)

Hálvfinalurnar í Champions League
Týskvøldið 18/8
RB Leipzig - PSG

Mikukvøldið 19/8
Lyon - Bayern Munchen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder