Fótbóltur

Mads Boe Mikkelsen úttikin til A-landsliðið

Hópurin til venjingarleguna í Spania varð úttikin fyrrapartin.

Mats Boe Mikkelsen er blómaður upp eftir at hann kom í bláu KÍ-troyggjuna (Mynd: Sverri Egholm)

Mats Boe Mikkelsen er blómaður upp eftir at hann kom í bláu KÍ-troyggjuna (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-14 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungi miðvallarin, Mads Bo Mikkelsen, sum áðrenn hetta kappingarárið flutti úr HB til KÍ er nýggjur maður á A-landsliðnum.

Fyrrapartin kunngjørdi Håkan Ericsson nøvnini á teimum 24 leikarunum, sum fara við á venjingarlegu í Spania, har eisini tveir vinardystir verða á skránni.

Mest óvæntað man vera, at Mads Boe Mikkelsen úr KÍ er við. Mads Boe Mikkelsen hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Danmark, men er av føroyskari ætt, og kom til HB at spæla í 2020. Í vetur flutti ungi miðvallaleikarin so til KÍ.

Og eftir at Mads Boe er fluttur til Klaksvíkar, hevur hann fingið eina rættiliga uppblóming, og hevur longu skorað fleiri mál fyri besta liðið hjá KÍ.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mads Boe Mikkelsen er úttikin til eitt føroyskt landslið. Hann er skrásettur fyri fimm dystir á U21-landsliðnum, seinast í føroyska 3-1 sigrinum á Ísrael í september 2020.

Hópurin til Spania er hesin

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland), Teitur Matras Gestsson, HB, Mattias Heðinsson Lamhauge, B36, Rene Shaki Joensen, KÍ, Heri Hjalt Mohr, HB, Viljormur Davidsen, Helsingborg IF (Svøríki), Daniel Johansen, HB, Sonni Ragnar Nattestad, B36, Odmar Færø, KÍ, Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg), Hørður Askham, HB, Heðin Hansen, HB, Gilli Rólantsson Sørensen, Odd (Noreg), Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland), Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ, Mads Boe Mikkelsen, KÍ, Ári Mohr Jónsson, HB, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Jóannes Bjartalíð, KÍ, Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg), Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark),  Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ, og Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland).

Leygardagin 26. mars klokkan 17 spæla Føroya móti Gibraltar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16 spæla Føroyar móti Liktinstein á Pinatar Arena í San Pedro del Pinatar, í Murcia í landssynningspartinum av Spania.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder