Fótbóltur

Magnus royndarvenur hjá Heimiri

Vinstri bakkurin Magnus Egilsson fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í HB undir Heimiri Guðjónssyni. Nú er landsliðsleikarin í Reykjavík og roynir seg.

Magnus, her til landsliðsvenjing í farna mánaði (Mynd: Sverri Egholm)

Magnus, her til landsliðsvenjing í farna mánaði (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-03 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

in.fo skrivar í dag, at Magnus Egilsson er til royndarvenjing í Vali, har fyrrverandi venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, nú er oddamaður.

[object Object]
Heimir Guðjónsson gjørdi fyri tveimum mánaðum síðani sáttmála við íslendska høvuðsstaðarfelagi (Mynd: Sverri Egholm)

Seinastu tvey kappingarárini hevur Magnus verið fastur á vinstra bakki hjá undir Heimir. 25-ára gamli leikarin hevur eisini verið fastur í landsliðshópinum í Nations League í fjør og í EM-undankappingini í ár.   

Magnus hevur ongan sáttmála við barndómsfelagið til komandi ár. Í Vali er Kaj Leo í Bartalsstovu tilnýttur hópinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder