Manchester United boðar frá, at Harry Maguire hevur kært dómin hann fekk týsdagin, tá hann varð dømdur 21 mánaðir fongsulsrevsing. Hetta skrivar Sky Sports.
Hendingin fór fram á griksku oynni Mykonos, har Maguire var í feriu saman við familjuni.
Maguire varð handtikin eftir ein samanstoyt millum tveir bólkar av ferðafólkum.
Harry Maguire var funnin sekur í harðskapi og í fleiri royndum at mutrað. Hann hevur tó alla tíðina nokta seg sekan.
Manchester United boðar frá, at sakførararnir hjá Maguire lagt eina kæru inn í morgun. Hetta merkir sambært grikskari lóggávu, at dómurin verður ógildaður. Hetta ger at revsiváttanin hjá Maguire aftur er rein, inntil tað er prógva at hann er sekur, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald