Fyrr í dag varð Harry Maguire funnin sekur "in absentia" í einum rættarsali á grisku oynni Syros. Dómurin ljóðar á 21 mánaðir og 10 dagar. Talan er tó um treytaðan dóm, tí er fyrstu ferð, at 27-ára gamli onglendingurin hevur fingið nakran dóm.
Liðformaðurin hjá Manchester United varð fyrr í dag úttikin til enska landsliðið, ið skal spæla ímóti Danmark og Íslandi í Nations League í næstum. Í kvøld varð tó kunngjørt, at Gareth Southgate hevur tikið avgerð um, at hann ikki er í hópinum longur. Hann er dømdur fyri grovan harðskap, fyri at hava noktað/stríðst ímóti hantøku og fyri at hava roynt at mutrað løgregluna á Mykinos.
Hesum noktar Maguire seg sekan í, og verjin hjá honum hevur longu kært dómin.
Tað var ein hending í seinastu viku á grisku oynni Mykinos, ið er atvoldin til dómin. Joe Maguire, beiggi Harry, og vinmaðurin Christopher Sharman vórðu eisini handtiknir og skuldsettir í málinum. Teir vóru sambært løgregluni harðligur, tá teir skuldu verið handtiknir, men teir vísa á, at alt málið snýr seg um, at systur Joe og Harry varð eitrað av tveimum albanum, og teir royndu at verja hanna. Ístaðin fyri at verða flutt á sjúkrahúsi vórðu tey koyrd á løgreglustøðina, har ein løgreglumaður sparkaði Harry Maguire í beinið og segði: - Tín yrkisleið er av
Hetta skriva BBC, Skysports og aðrir miðlar.
Løgreglan og ákæruvaldið hava borið fram, at onglendingarnar framhaldandi vóru ágagangdi og royndu at mutrað seg burturúr støðuni.
Sum nú er fær dómurin onga ítøkiliga ávirkan á fótbóltsyrkisleiðina. Hann er leyslatin, og sjálvt um dómurin stendur við, so skal heimsins dýrasti verjuleikari ikki inn at sita.
Fótbóltur
Magurire funnin sekur
Liðformaðurin hjá Manchester United sleppur tó undan fongsulsrevsing, eisini um dómurin ikki verður broyttur, tí talan er um 21-mánaðir treytaðan dóm, sum nú er kærdur. Maguire er koyrdur úr hópinum hjá Onglandi til komandi dystirnar.
(Mynd: EPA)
2020-08-25 21:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald