
Føroyar hava ikki havt eitt skot á mál fyri steðgin men høvdu bóltin í netinum einaferð. Málið varð tó kolldømt, tí Meinhard Egilsson Olsen var rangstaddur, tá Klæmint Andrasson Olsen snittaði bóltin víðari til hann eftir langt útspark frá tryggja Teiti Gestssyni.
Tað er annars ikki eydnast liðnum hjá Håkani at blivið heilt vandamikið, hóast yvirvág í spælinum. Tað gongur í summum førum heldur seint fyri seg, og tað mangla eisini renningar nakrar ferðir.
HM-undankappingarbólkur F
Tórsvøllur 07.09
Føroyar - Moldova (0-0)
Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen - Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald