Hóast heimsmeistararnir hava vunnið bólkin og spælt seg víðari til EM, og Føroyar fara at enda aftast í bólki 8, líkamikið úrslitið í Gigantium í kvøld, so er tað meira enn æran uppá spæl hjá Føroyum. Úrslitið móti Danmark kann fáa týdning fyri, hvørja kapping Føroyar skulu taka lut í í 2021, skrivar Hondbóltssambandið.
(Tróndur Kragesteen, her til venjing í gjár, var kosin besti leikari í fyrstu Emerging Nations kappingini, sum var í Kosovo í 2015 - Mynd: Sverri Egholm)
Trý tey aftastu liðini í hesari EM-undankappingini - tað vil siga tey av øllum teimum 32 londnum, ið fáa minst stig - sleppa ikki beinleiðis til undankappingina næstu ferð. Tey skulu spæla eitt sokallað niðurflytingarumfar, sum skal vinnast fyri at sleppa í undankappingina til EM 2020. Annars verður tað Emerging Nations Championship, ið verður størsta altjóða avbjóðingin í 2021. Hesa kappingina vunnu Føroyar í 2015 og 2017, og finalan í triðju útgávuna av kappingini verður í kvøld, har vertstjóðin Georgia spælir ímóti Cuba
Sum støðan er nú undan seinasta umfari, hava Slovakia, Finnland og Estland einki stig. Belgia og Føroyar eru beint frammanfyri tey í samlaða talinum við hvør sínum stigi. Men Slovakia er vertur fyri EM-endaspælinum í 2022, og tí er landið tryggjað luttøku. Finnland og Estland spæla bæði á útivølli ímóti væl sterkari liðum (ávíkavist Hvítarusslandi og Slovenia), so sannlíkt er ikki, at hesi londini fáa stig í undankappingini og harvið kunnu hótta Føroyar.
(Uppgávan hjá Sonna Larsen og hansara monnum í dag er spennandi og umráðandi - Mynd: Sverri Egholm)
Hetta merkir, at kappingin helst fer at standa ímillum Belgia og Føroyar, um at sleppa undan at gerast triðja liðið í "niðurflytingarbólkinum". Bæði londini hava eina málúrtøku á minus 33 mál undan seinastu dystunum. Tí bendir alt á, at júst málini fara at hava týdning í kvøld. At fáa stig ímóti Danmark - heimsmeistarunum og OL-meistarunum - er ikki sannlíkt. Sjálvt um danir fara at spara, einki hava at spæla fyri o.s.fr. So eitt mál hjá Føroyum og ein dystur í dystinum, er at halda muninum so langt niðri sum møguligt. Belgia spælir eisini á útivølli ímóti einari stórari hondbóltstjóð, og fær allarhelst ikki nakað stig í Kroatia. Tí verður tað spennandi at fylgja við gongdini í báðum dystunum samstundis.
Kjartan Johansen var í samrøðuni í gjár inniá støðuni við aftastu plássunum og kappingina við Belgia
Dysturin í Aalborg millum Føroyar og Danmark byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald