Fótbóltur

Manchester City beina kós ímóti meistaraheitinum

Liðið hjá Pep Guardiola vann 4-1 á Wolves í gjárkvøldið - hetta var sigur nummar 15 á rað í Premier League hjá City og tann 21. í røðini í øllum kappingum.

Pep Guardiola og hansara menn hava nógv at fegnast um í hesum døgum (Mynd: EPA)

Pep Guardiola og hansara menn hava nógv at fegnast um í hesum døgum (Mynd: EPA)

2021-03-03 09:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at Manchester City vann Premier League í 2017/2018 og 2018/2019 við samanlagt 198 stigum, ávíkavist 100 og 98, var tað Liverpool, sum í fjør endaði á trónini við 99 stigum. Heili 18 stig vóru niður til Manchester City, sum ongantíð fekk bjóðað liðnum hjá Klopp av.

Hetta kappingarárið byrjaði alt annað enn gott hj´teimum í ljósabláum, men í løtuni bendir alt á, at liðið hjá Pep Guardiola fer avstað við sínum triðja meistaraheiti uppá fýra ár og tí sjeynda í søgu felagsins. Við 4-1 sigrinum á Wolves í gjárkvøldið kom City upp á 65 stig, ið eru 15 stig fleiri, enn hvat grannarnir úr United á 2. plássi hava og 16 stig fleiri enn Leicester.

Tann 15. sigurin á rað í Premier League og nummar 21 í øllum kappingum, ið er met fyri eitt enskt felag, kom tó ikki í hús lættliga. Guardiola og hansara menn komu annars á odda eftir eitt korter við Wolves-sjálvmáli men høvdu annars baks av úlvunum. Heimaliðið hevði greiða leikliga yvirvág og fekk eitt mál kolldømt beint fyri stegðin, tá VAR dømdi Laporte fyri eina "armholu-rangstøðu"

Tað hevur verið sera torført at skora ímóti City seinastu tíðina, men tá ein tími var leiktur beindi liðformaðurin hjá Wolves, Connor Coady, eitt innlegg frá Moutinho í netið aftanfyri Ederson. Liðið hjá Nuno Espírito Santo var í tjúgu minuttir á veg ímóti einum javnleiki, men í 80. minutti skoraði Gabriel Jesus. Í yvirtíðini skoraðu Mahrez og Jesus aftur og slógu harvið sigurin fastan.

Manchester City hevur júst Manchester United, ið eisini spælir í kvøld, á skránni sunnudagin og komandi tíðina skal arbeiði hjá Guardiola og leikarunum gerast liðugt. Vinnur liðið komandi fýra dystirnar í Premier League, er metið hjá City frá 2017 og Liverpool í 2019-2020 (18 sigrar á rað) tikið. Liðið hevur ikki tapt síðani 21. november, tá Tottenham var omaná í London.

Premier League 27. umfar

02.03
Manchester City - Wolves 4-1 (1-0)

03.03
18.00:
Burnley - Leicester
Sheffield United - Aston Villa

20.15: Crystal Palace - Manchester United

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder