Enska meistaraliðið í fótbólti, Manchester City hevur bert vunnið ein dyst í november og desember. Harvið kundi liðið hjá Pep Guardiola halda jól á einum sjeynda plássi, sum er rættiliga óvanligt fyri liðið í nýggjari tíð.
2. jóladagur, sum á enskum eitur Boxing Day, er altíð ein stórur dagur í enskum fótbólti, og nú klokkan 12.30 byrjaði fyrsti dysturin, har Manchester City tekur ímóti Everton.
Og Guardiola hevur fingið fleiri avboð til dystin í dag.
Tveir av landsliðsliðsleikarunum, Kyle Walker og Jack Grealish, verða ikki við í dag. Walker er vorðin sjúkur, og Grealish dregur við ein skaða.
Jack Grealish legst harvið afturat langa listanum av City-leikarum, sum ikki kunnu spæla orsaka av skaða. Teir eru Oscar Bobb, Ruben Dias, Ederson, Matheus Nunes, John Stones og Rodri.
Men tað gevur pláss fyri øðrum á liðnum, og í dag verður niðurlendski verjuleikarin Nathan Ake við aftur eftir at hava verið burtur í eina tíð.
Hinir dystirnir í Premier League í dag:
Kl. 15:
Bournemouth – Crystal Palace
Chelsea – Fulham
Nescastle – Aston Villa
Nottingham Forest – Tottenham
Southampton – West Ham
Kl. 17.30:
Wolverhampton – Manchester United
Kl. 20:
Liverpool – Leicester City
Í morgin:
Kl. 19.30:
Brighton – Brentford
Kl. 20:
Arsenal – Ipswich
Støðan í løtuni er tann, at Liverpool liggur á odda við 39 stigu, Chelsea hevur 35, Arsenal 33, Nottingham Forest 31 og Bournemouth og Aston Villa hava 28 stig. Liverpool hevur enntá spælt ein dyst færri enn hini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald