Fótbóltur

Manchester City snávaði á Selhurst Park

Crystal Palace syrgdi aftur fyri, at liðið hjá Guardiola snávaði í oddastríðnum. Liðini spældu málleysan javnleik í gjárkvøldið, og nú stendur hurðin víðopin fyri Liverpool.

Pep Guardiola kundi aftur í gjár irða seg, og nú er háspenningur í luftuni í Premier League (Mynd: EPA)

Pep Guardiola kundi aftur í gjár irða seg, og nú er háspenningur í luftuni í Premier League (Mynd: EPA)

2022-03-15 15:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

30. oktober tapti Manchester City heilt óvæntað fyri Crystal Palace á heimavølli. Liðið hjá Pep Guardiola reisti seg tó heilt skjótt og hevði eftir ósigurin eina røð á tólv sigrar í Premier League.

Hon stegðaði 22. januar í Southampton (1-1), og 19. februar vann Tottenham 3-2 á Etihad leikvøllinum. Eftir úrsliti í gjár er greitt, at City seinastu sjey og eina hálvu vikuna hevur mist stóra fyrimunin í oddinum, og at Liverpool, ið næstan bara hevur vunnið í ár, hevur tað nú í egnum hondum. Gamaní eru fýra stig upp til oddaliðið City, men Liverpool hevur leikt ein dyst færri, og skal 10. apríl spæla móti meistarunum frá í fjør.

City hevði stóra leikliga yvirvág í gjár, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á hjá Guaita og hararbeiðandi liðið hjá Patrick Viera, ið liggur á 11. plássi, stríddi seg til eitt stig. 0-0 dysturin kann fáa sera stóran týdning á oddastríðið í Premier League. Liverpool hevur ein á pappírinum truplan dyst móti formsterka Arsenal í London í annaðkvøld.

Oddastríðið:
1. Manchester City 70 stig (29 dystir)
2. Liverpool 66 stig (28 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder