Tveir dystir vóru á skránni í Premier League í kvøld.
Crystal Palace vann á heimavølli 1-0 ímóti Bournemouth, hóast teir spældu tíggju ímóti ellivu í góðar 70 minuttir, eftir at Mamadou Sakho var vístur av vøllinum í 19. minutti. Einsamalla málið í dystinum skeyt Jeffrey Schlupp eitt korter fyri tíð.
Manchester City skuldu reisa seg eg vónbrotið í vikuskiftinum, tá teir spældu javnt ímóti Newcastle. Tað megnaðu teir eisini tá teir vunnu ein greiðan 1-4 sigur á útivølli ímóti Burnley. Gabriel Jesus skeyt tvey av málunum hjá City, meðan Rodri og Riyad Mahrez skutu hvør sítt. Robbie Brady skeyt einsamalla máli hjá Burnley.
Í morgin eru seks dystir á skránni í Premier League, meðan tveir verða hósdagin. Millum teir áhugaverdu dystirnar í morgin kunnu nevnast, at grannauppgerð verður í Liverpool, har oddaliðið Liverpool tekur ímóti kreppurakta Everton, meðan nýggi Tottenham venjarin José Mourinho vitjar sín fyrrverandi arbeiðsgevara Manchester United á Old Trafford.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald