Fótbóltur

Manchester United keypir Antony fyri næstan 750 milliónir krónur

Erik ten Hag hevur alt summarið roynt at fingið fatur á sínum gamla leikara, og í fyrr í dag varð kunngjørt, at partarnir eru samdir. Talan er um ógvuliga høgan keypsprís fyri lutfalsliga óroynda brasilianska vongin.

Antony hevur spælt 57 dystir í Eredivise, umframt nakrar í Champions League fyri Ajax. Hann hevur í dag verið til læknakanning í Manchester

Antony hevur spælt 57 dystir í Eredivise, umframt nakrar í Champions League fyri Ajax. Hann hevur í dag verið til læknakanning í Manchester

2022-08-30 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Navn hansara hevur verið sett í samband við Manchester United alt summarið, og nú er ein risaavtala gjørd millum Ajax og Manchester United.

Antony var tó ikki beinleiðis ein leikari, ið tann "vanligi fótbóltsáhugaði" kendi, áðrenn hann varð settur í samband við enska stórfelagið. Brasilianski vongurin hevur staðið seg væl í Ajax; millum annað í nøkrum Champions League-dystum í fjør og fyrraárið. Hann hevur verið við til at vinna Eredivisie (bestu deildina í Niðurlondum) tvær ferðir.

Samanlagt hevur Antony spælt 134 vaksnamannadystir - fyri Sao Paulo og Ajax. Hann hevur gjørt 31 mál og lagt upp til 27. Eisini hevur hann níggju A-landsdystir fyri Brasil á baki, har vongurin hevur skorað tvey mál og lagt upp til tvey, og í fjør vann hann OL-gull við landi sínum.

Soleiðis skrivaði almenna heimasíðan hjá Manchester United um hann í dag, tá tað varð kunngjørt, at Ajax og Manchester United eru komin ásamt um ein prís fyri leikaran.

Prísurin er, sambært SkySports og øðrum miðlum, heili 86 milliónir pund, tá alt er íroknað. Hetta er beint undir 750 milliónir krónur, og harvið verður Antony triðdýrasti United-leikarin nekarantíð - aftaná Poul Pogba og Romelu Lukaku. 

Hetta má metast at vera ógvuliga nógv fyri ein leikara, ið er so mikið óroyndur, men Erik ten Hag hevur allatíðina viljað fingið fatur á Antony, sum nýggi United-venjarin hevur ment seinastu árini. Antony trýsti eisini Ajax fyri at sleppa til Manchester United, og í dag hevur hann gjøgnumført eina læknakanning á Carrington. Nú manglar tað seinasta at koma uppá pláss, og helst verður Antony tøkur í vikuskiftinum, tá Manchester United og Arsenal bresta saman.

Talan er um fimta nýggja leikaran, ið kemur til United hetta flytingarvindeygað - Tyrell Malacia, Christian Eriksen, Lisandro Martinez og Casemiro hava eisini skift til felagið, ið roynir at lyfta seg upp aftur.

Flytingarvindeygað letur aftur á midnátt í morgin, og tað sigst, at United vil hava fatur á amerikanska høgra bakkinum hjá Barcelona, Sergino Dest, áðrenn. Eisini er Newcastle-málverjin Martin Dubravka á veg inn - talan er um leiguavtalu. Tað er framvegis heldur óvist, hvussu verður við Cristiano Ronaldo.

Manchester United hevur tapt tveir dystir og vunnið tveir dystir higartil í ár og liggur á 8. plássi undan 5. umfari, ið fer í gongd í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder