placeholder
Fótbóltur

Manchester United snávaði enn einaferð á heimavølli

Liðið hjá Solskjær hevði møguleikan at so gott sum tryggjað sær Champions League-plássið í gjárkvøldið. Liðið tók ikki av, men kann møguliga brúka javnleikin til okkurt. West Ham tryggjaði sær enn eitt ár í Premier League.

Mason Greenwood skoraði, men United hevur sæð alt annað enn gott út  seinastu dystirnar (Mynd: EPA)

Mason Greenwood skoraði, men United hevur sæð alt annað enn gott út seinastu dystirnar (Mynd: EPA)

2020-07-23 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrar tímar áðrenn Liverpool lyfti Premier League-steypið fóru Manchester United og West Ham á vøllin til til dyst, ið hevði stóran týdning fyri heimaliðið. Plássið hjá West Ham í Premier League hevði allarhelst ikki komið í vanda á seinasta leikdegi, tí so nógv úrslit høvdu skula gingið teimum ímóti, men tað kom endaliga uppá pláss við javnleikinum á Old Trafford í gjárkvøldið.

Eftir eina sera góða gongd er liðið hjá Solskjær komið niður á jørðina aftur. 2-2 javnleikurin á heimavølli móti Southampton í 35. umfari var ein stórur smeitur, og tað var 0-3 ósigurin í hálvfinaluni í FA Cup fyri Chelsea sunnudagin so sanniliga eisini. United byrjaði tó dystin væl í gjár og hótti West Ham-málið beinanvegin. Liðið hjá David Moyes var tó vælskipað og fekk einasta málið í 1. hálvleiki. Tað kom í yvirtíðini, tá VAR dømdi brotsspark, eftir at Paul Pogba hevði vart fyri við skotið. Toppskjúttin í PL eftir koronasteðgin, Michail Antonio, var ísakaldur úr ellivu metrum.

Tað gekk ikki long tíð í 2. hálvleiki, til United javnaði. Í sínum dysti nummar 50 fyri fyrsta liðið barndómsfelagið javnaði Mason Greenwood. Tað eydnaðist tó ikki heimaliðnum at venda dystinum av álvara, og tískil fekk United ikki sett seg í tí bestu møguligu støðuna áðrenn seinasta umfar, har avgerðin um tvey Champions League-pláss fellur, og sum verður sunnudagin Liðið hjá Solskjær kann tó klára seg við javnleiki móti Leicester, og við tapi um Chelsea tapir fyri Wolves. Leicester og Chelsea taptu eisini í farna umfari.

Premier League 37. umfar
22.07

Manchester United  - West Ham 1-1 (0-1)
Liverpool - Chelsea 5-3 (3-1)

1. Liverpool 96 stig
2. Manchester City 78 stig 
3. Manchester United 63 stig
4. Chelsea 63 stig
5. Leicester 62 stig



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder