Tað var ein ávísur spenningur millum næmingarnar í Skúlanum við Løkin í gjáramorgunin, tá manslandsliðið í hondbólti kom á vitjan.
Fleiri næmingar nýttu høvið at pynta seg við at lata seg í føroysku landsliðsblusuna.
- Klokkan 9.30 komu so allar stjørnurnar á vitjan. Teir byrjaðu á bókasavninum, har Torbjørn Jacobsen hevði eina hugleiðing um hondbólt í Eysturoynni fyrr, og hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri Føroyar, at hondbólturin var vorðin heimskendur.
Í Løkshøll varð bjóðað vælkomið, og síðani vóru leikararnir bjóðaðir at dansa Zumba saman við næmingunum.
Av skúlanum siga tey, at tað gekk væl og var stuttligt, men tey mæla leikarunum til at hadla seg til hondbóltin framyvir.
Bjarni í Selvindi fekk orðið aftaná, tí hann hevur serstakan týdning fyri skúlan. Hann hevur gingið í Skúlanum við Løkin, og tí vóru tey errin at fáa hann á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald