Fótbóltur

Maradona deyður, 60 ár

Argentinskur miðil boðar frá, at heimsins besti fótbóltsspælari er deyður av hjartatilburði.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-25 16:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Argentinski fótbóltsspælarin, av nógvum mettur sum besti fótbóltsspælari nakrantíð, Diego Armando Maradona, er deyður 60 ára gamal.

Fleiri evropeiskir miðlar endurgeva í dag argentinska miðilin El Clarin fyri tíðindini.

Diego Maradona skal vera deyður av einum hjartatilburði í heimi sínum í býnum Tignes.

Maradona vann heimsmeistaraheitið við Argentina í 1986 og hevur víst síni kynstur á fótbóltsvøllinum fyri eitt nú Barcelona í Spania og ikki minst í Napoli í Italia.

Hann vaks upp í fátæksligum umstøðum í Villa Fioroto í Buenos Aires-landslutinum. Hann fekk fyrsta sáttmála sín sum professionellur leikari við Argentina Juniors í 1976.

Í filminum “Diego Maradona” greiðir hann frá, at hann keypti hús fyri fyrstu lønina hann fekk, so at familjan kundi flyta inn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder