Annað

Marathon í Havn sunnudagin

700 fólk renna og ganga marathon sunnudagin. Ferðslan verður avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldsbaksbotn og Kaldbak.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-05-30 16:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tey gera tað í Reykjavík, í Berlin og í New York – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathonrenningina og tí gera vit tað sjálvandi eisini í Havn. 23. árið á rað renna vit Tórshavn Marathon og øll eru boðin við.

Sunnudagin 1. juni fyllist høvuðstaður okkara við føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon, 10 ella 5,5km. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon. Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp beint eftir seinasta marathon og fyri viku síðani tá tilmeldingin lat aftur, vóru uppímóti 700 rennarar og gongufólk tilmeldað.

Tórshavn Marathon er eitt stór tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Rennarar úr 34 ymiskum londum leita sær til Havnar sunnudagin. Ítróttafelagið Bragdið, sum stendur fyri stóra rennitiltakinum, hevur í nærum eitt ár fyrireikað seg uppá henda stóra dagin. Nógv fólk eru í sving og nógvar eru uppgávurnar. Omanfyri 100 sjálvboðin hjálparfólk, sum øll hava hvør sína uppgávu, bæði á sjálvum degnum og mánaðarnar frammanundan, eru til arbeiðis.

Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur í Vágsbotn.

Gongufólkini byrja í Kaldbak. Tey verða koyrd í bussum av farstøðini kl 12:30 og byrja at ganga úr Kaldbak kl 13. Hendan gongurutan hevur verið brúkt seinastu 2 árini og hevur víst seg at riggað sera væl.

Hættar tú tær ikki undir longru teinarnar, kanst tú bæði renna 5,5 ella 10 km, hesir túrar eru runt í býnum. Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin 1. juni verður ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á stóra tiltakið. Teir súkkla við fremstu rennararnum og súkkla aftur og fram eftir Kaldbaksvegnum.

Startnummur kunnu heintast í SMS fríggjadagin 30. mai frá kl. 12 til 19 og leygardagin 31. mai frá kl. 10 til 18.

Startskotið til Tórshavn Marathon verður í Vágsbotni sunnudagin 1. juni kl. 13.00. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak, men fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Meira kunning um stongdar vegir sæst á heimaðsíðuni hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo.

Vónandi fara nógv fólk at stuðla teimum, sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag. Chip er í startnummarinum hjá rennarunum, so rennitúrurin verður skrásettur við millumtíðum, og vit fáa fylgt við einstøku rennarunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder