Ungi málverjin hjá H71, Maria Beder, er á veg til íslandskan fótbólt. Hon hevur gjørt sáttmála við íslendska meistaraliðið og steypavinnararnar, Val.
Maria Beder var við í føroyska U20, sum fyri mánað síðani spældi HM kapping í Kina.
Íslendski hondbóltsmiðilin Handkastið skrivar, at Maria skal fylla tómrúmið eftir Elísabeth Millý Elíasdóttir, sum er givin í Vali fyri at spæla við HK ístaín.
Valur hevur landsliðsmálverjan Hafdís Renötudóttir sum fyrsta málverja, og ætlanin er, at Maria Beder skal geva henni kapping millum mástengurnar hjá Vali.
Anton Rúnarsson er venjari hjá Valur-kvinnunum, og var við til at vinna bæði meistaraheiti og steypakappingina í fyrsta kappingarári sínum.
Maria Beder er, sambært handballstatz, skrásett fyri 20 dystir við føroyskum ungdómslandsliðum.
Við sáttmálanum sum Maria Beder hevur gjørt við val er staðfest, at báðir málverjarnir, sum stóðu millum føroysku stengurnar til HM-kappingina í Kina, hava fingið sáttmála uttanlands. Í vár varð kunngjørt, at Gylta Djurhuus á Neystabø, skal spæla við Skuru IK í Svøríki.
Maria Beder í málmanstroyggjuni avmyndað undir HM-kappingini í Kina herfyri (Mynd: HF / Kolektiff( Sasa Pahic Szabo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald