Hondbóltur

Maria Pálsdóttir Nólsoy á veg til bestu donsku deildina

Spennandi spælskiparin skiftir eftir ætlan til Horsens, har Claus Mogensen er høvuðsvenjari, og kemur hetta helst endaliga uppá pláss skjótt. Tað vátta fleiri keldur fyri Portalinum.

19-ára gamla Maria Nólsoy er uppvaksin í Neistanum og hevur longu spælt 11 A-landsdystir. Nú tekur hon eftir øllum at døma fetið víðari: Til Horsens (Savnsmynd: Sverri Egholm)

19-ára gamla Maria Nólsoy er uppvaksin í Neistanum og hevur longu spælt 11 A-landsdystir. Nú tekur hon eftir øllum at døma fetið víðari: Til Horsens (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-06 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Maria Pálsdóttir Nólsoy er ein av teimum heilt spennandi ungu føroysku hondbóltsspælarunum. Hon hevur gjørt vart við seg á besta liðnum hjá Neistanum, síðani hon bert var 16 ára gomul, og sterki spælskiparin hevur - umframt at hava skinið á ungdómslandsliðunum - spælt 11 A-landsdystir sambært Handballstatz.

Nú skiftir Maria úr barndómsfelagnum. Landsliðsspælarin skal royna seg í Danmark, og sambært fleiri góðum keldum hjá Portalinum er sáttmáli komin í lag við Horsens. 

Hetta er so at siga endaliga komið uppá pláss, og verður tað almannakunngjørt í vikuni - møguliga seinni í dag, mánadag. Tað mangla sum skilst bert ymiskir smálutir. Um hetta verður veruleiki, skal 19-ára gamla hoyvíkskvinnan framyvir umboða Horsens (HH Elite). Har er føroyski A-landsliðsvenjarin, Claus Mogensen venjari, og harvið fær hann veruliga høvuðsábyrgd av menningini hjá Mariu Nólsoy.

[object Object]Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur verið torfør at støðga seinastu árini. Í 2022-2023 skoraði spælskiparin, sum kann nógv ymiskt, beint yvir 200 mál í SMS-deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Claus Mogensen hevur verið føroyskur landsliðsvenjari í útvið eitt ár nú. Hann vann týðandi stig í gjár og fær næsta kappingarár ein "føroyskan brikk" at ráða yvir í Horsens: Bakspælaran Mariu Pálsdóttir Nólsoy (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Felagið úr Horsens megnaði at endaliga tryggja sær framhaldandi pláss í Kvindeligaen í dramatiskum dysti í gjár. HH Elite og Bjerringbro spældu beinleiðis uppgerð um at sleppa undan play-off dysti móti liði úr næstbestu deildini. 

Bjerringbro var á odda við trimum málum í steðginum, og eina løtu í 2. hálvleiki var munurin 6-7 mál. Claus Mogensen og hansara lið megnaðu tó onkursvegna at koma aftur, og tað endaði við javnleiki. Vegna sigrar á Bjerringbro í innanhýsis dystum í ár endaði HH Elite frammanfyri og spælir harvið aftur í fremstu røð í Danmark í 2024/2025.

Hetta verður so eftir øllum døma við Mariu Pálsdóttir Nólsoy sum ein av møguleikunum í bakketuni. Ungi spælarin hevur víst sínar eyðsýndu dygdir í bláa Neista-búnanum og í landsliðsblusuni. Eftir summarsteðgin verður tað í gula búnanum hjá HH Elite.

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi ikki í FM-endaspælinum vegna brotnan fingur. Hetta ávirkaði veruliga Neistan, sum sjálvandi fer at sakna landsliðsspælaran (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Maria og Bjørk Franksdóttir Joensen eru javngamlar og hava fylgt hvørjum øðrum í Neistanum og á landsliðnum. Sum skilst fer Bjørk eisini at spæla hondbólt í Danmark eftir summarferiuna - tað er tó ikki endaliga greitt hvar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum og Ringkøbing vóru í sama bólki sum HH Elite í niðara endaspælinum. Hann vann Skanderborg, har Súna Krossteig Hansen fer at spæla eftir summarferiuna. Umframt tær spæla Jana Mittún (Viborg) og Pernille Brandenborg (København Håndbold) í bestu donsku deildini.

Harvið verður talið av føroyskum A-landsliðsspælarum, í einari av teimum heilt sterku deildunum sum er, í minsta lagi fimm eftir summarsteðgin. Hetta er ógvuliga jaligt, í mun til menningina og tað at EM-endaspælið nærkast. Sum skilst skiftir Bjørk Franksdóttir Joensen (Neistin) helst eisini til danskan hondbólt í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder