Fótbóltur

Marius Hagen aftur í 07 Vestur

Vágamenn hava gjørt sáttmála við 29 ára gamla norðmannin sum spælir í næstbestu norsku deildini. Hann spældi við 07 Vestur í fjør summar.

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2022-03-16 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

07 Vestur og Marius Hagen hava gjørt sáttmála, og 29-ára gamli norðmaðurin flytir sostatt aftur til 07 Vestur úr Strømmen IF í næstbestu norsku deildini.

Norski miðvallarin leikti seks dystir við 07 Vestur í fjør summar, men fór síðan aftur til Noregs, har hann fekk sáttmála við Strømmen IF, sum spælir í næstbestu norsku deildini.

Har var hann sambært 07 Vestur ein umráðandi leikari og fekk 14 dystir. Sum felagið skilir var hann ímillum bestu leikarar teirra og var eisini fleiri ferðir kosins dagsins leikari.

Marius, sum helst verður seinasti nýggi leikarin hjá 07 Vestur-venjaranum Schønberg í ár, kemur til Føroyar sum skjótast. Ivasamt er, um hann klárar dystin móti Skála sunnudagin.

3. umfar

Víkingur-AB (Frí 18. mars 18:00)

NSÍ-B68 (Frí 18. mars 19:00)

Skála-07 Vestur (Ley 19. mars 15:00)

EB/Streymur-KÍ (Ley 19. mars 16:00)

HB-B36 (Ley 19. mars 20:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder