Annað

Marius Joensen er nummar 35 í Evropa

Hetta er greitt eftir EM í OL skeet í Fraklandi. Altjóða luttøkan hjá skeet-skjúttunum í ár er nú av, men um fáar dagar fara feðgarnir Johnhard og Bartal Klettheyggj og Esmar Joensen til EM í trap á somu breyt.

- Marius rakti 118 av 125 dúgvum, og við tí úrslitinum kunnu vit errin kunngerða, at Føroyar í løtuni hava 35. besta OL skeet íðkara í Evropa. Nakað sum vit ikki høvdu møguleikan fyri stutt síðani, tá vit ikki høvdu nakran altjóða limaskap, staðfestir Skjótisambandi (Mynd: skot.fo)

2025-07-28 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Altjóða luttøkan hjá skeet íðkaranum í ár er nú av. Hesum boðar Skjótisamband Føroya frá á heimasíðu sínari. 

Seinasta kappingin varð EM í franska býnum Châteauroux. Har hava tríggir føroyskir skjúttar seinastu dagarnir verið og kappast.

Talan er um Marius F. Joensen og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag og Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag.

Besta úrslitið stóð Marius fyri:

- Hann rakti 118 av 125 dúgvum, og við tí úrslitinum kunnu vit errin kunngerða, at Føroyar í løtuni hava 35. besta OL skeet íðkara í Evropa. Nakað sum vit ikki høvdu møguleikan fyri stutt síðani, tá vit ikki høvdu nakran altjóða limaskap, staðfestir Skjótisambandi

Um nakrar fáar dagar fara OL trap íðkararnir til EM á somu breyt. Tá fara feðgarnir Johnhard og Bartal Klettheyggj og Esmar Joensen at umboða Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder