StÍF hevur gjørt sáttmála við Marius Joensen um at vera høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum.
Tað var annars Ljubica-Buba Hansen úr Makedonia sum varð sett sum venjari hjá kvinnunum hetta kappingarárið og hon hevði eisini ábyrgd av gentualdursbólkunum.
Hetta samstarv endaði fyri tveimum vikum síðani, tað er Marius Joensen sum hevur staðið við róðrið fyribils.
Nú verður tað ikki fyribils, men sum venjari hjá kvinnum umframt at hava ábyrgd av gentualdursbólkunum.
Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.
Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.
Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.
Marius Joensen er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr Strondum saman við familjuni.
StÍF liggur á fimta plássi í deildini eftir seks dystir við fýra stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald