Hondbóltur

Mark Lausen-Marcher gevst í H71

Hann gevst sum venjari hjá hoyvíkingum. Hann er frammanundan ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum.

Mark Lausen-Marcher (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Mark Lausen-Marcher (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-27 16:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mark Lausen-Marcher gevst sum venjari hjá besta mansliðnum hjá H71.

Hann hevur saman við Djóna Gaard Joensen staðið fyri H71 monnum, men steypafinalan tá hoyvíkingar vunnu á VÍF verður seinastu ferð á hesum sinni.

- Mark ásannar at tíðin røkkur ikki longur til, og at hann kennir, at tíðin nú er komin at raðfesta familjuna. Hann fegnast í fráboðan til leikarar okkara um tíðina, sum hann er sloppin at verða partur av hesum hópi bæði til venjing, dystir og uttanfyri vøllin, skrivar H71 í fráboðan.

Mark Lausen-Marcher er eisini ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum.

Djóni Gaard Joensen heldur áfram sum høvuðsvenjari hjá hoyvíkingum, og arbeitt verður við at finna avloysara fyri Mark Lausen Marcher, sigur H71.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder