Martin Agnarsson hevði eitt frálíkt 2025/2026, har føroyski landsliðsspælarin millum annað stóð fyri nógvum málstigum og var á ársins liði í næstbestu donsku deildini.
22-ára gamli vinstri vongverjin, ið er uppvaksin í B36, var eisini við at fáa Aarhus Fremad upp úr 2. division árið fyri, og áhugi hevur verið fyri profilinum ymsastaðni seinastu mánaðirnar.
Nú er greitt, at Aarhus Fremad ikki longur fer at hava Martin Agnarsson í hópinum. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, og felagið hevur sagt ja til boð úr Svøríki.
Hetta vil Tipsblaðið vera við fyrrpartin. Talan skal vera um eitt skiftið, sum hevur eitt virði á umleið hálvatriðju millión - 2,6 milliónir krónur.
Tað er Mjällby AIF, sum hevur bjóðað og fingið játtandi svar. Portalurin hevur eisini fingið váttað, at skiftið er ávegis.
Sambært okkara upplýsingum fer havnarmaðurin til Svøríkis í dag, og væntað verður, at alt er uppá pláss í kvøld ella í morgin, hósdagin.
Tað er so at siga bert læknakanning eftir: So er Martin Agnarsson Mjällby-spælari.
Áki Samuelsen er longu í felagnum, sum skal spæla í Champions League seinni í mánaðinum.
Sí eisini: Áki Samuelsen við frálíkum málum í frálíkum dysti móti oddaliðnum
Harvið vera tveir ungir føroyingar í felagnum, sum bæði er meistari og steypavinnari í Svøríki í løtuni. Og enn ein føroyingur sum tekur stigið upp á yrkisleiðini hetta summarið.
Martin Agnarsson fekk veruligt gjøgnumbrot á A-landsliðnum í fjør. Skjóti og ágangandi vongbakkurin skoraði millum annað avgerðandi málið á Gibraltar og í minniliga heimasigrinum móti Kekkia.
![]()
Martin Agnarsson skoraði einasta málið á Gibraltar í september (Mynd: Sverri Egholm)
Her verður Martin Agnarsson fagnaður eftir flotta sigurin á Kekkia. Nú tekur hann stigið upp og flytir til spennandi svenska felagið (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald