Heðin Egholm Skov og Martin Heldarskarð kunnu nú kalla seg føroyameistarar í eFótbólti.
Farnu vikuna hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri FM-kapping í eFootball PES 2020.
Kappingin varð skipað í tveimum aldursbólkum. 15 ár og yngri, og 16 ár og eldri.
Martin Heldarskarð vann hjá teimum yngru, meðan Heðin Egholm Skov vann hjá teimum eldru.
Í finalunum vann Heðin Egholm Skov 2-1 á Virgar Trondesen, og Martin Heldarskarð vann somuleiðis 2-1 á John Mortensen.
Umframt at Heðin og Virgar tryggjaðu sær ávikavíst føroyameistaraheitið og eitt silvurheiðursmerki, hava teir báðir eisini tryggjað sær pláss á føroyska eLandsliðnum, sum næsta ár skal luttaka í UEFA eEURO 2020-undankappingini, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald