Fótbóltur

Martinez skal venja Portugal

Fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Belgia hevur fingið nýtt starv.

Roberto Martinez varð kunngjørdur sum portugisiskur landsliðsvenjari fyrrapartin (Mynd: EPA)

Roberto Martinez varð kunngjørdur sum portugisiskur landsliðsvenjari fyrrapartin (Mynd: EPA)

2023-01-09 16:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi belgiski landsliðsvenjarin í fótbólti, Roberto Martinez, skal nú standa á odda fyri portugisiska landsliðnum.

Tað upplýsti portugisiska fótbóltssambandið á tíðindafundi í dag.

Roberto Martinez verður venjari í Portugal eftir at hava røkt starvið sum belgiskur landsliðsvenjari í seks ár. Hann støðgaði eftir HM í Katar, har Belgia ikki kláraði seg væl.

Belgia kom ikki víðari úr innleiðandi bólkinum eftir fyrst at hava vunnið móti Kanada, men síðan tapa móti Marokko og spæla javnt móti Kroatia.

Forsetin í portugisiska fótbóltssambandinum, Fernando Gomes væntar sær nógv av nýggja landsliðsvenjaranum, sum skal avloysa Fernando Santos.

- Eg seti prís upp á eldhugan og míðvísu málini, sum Martinez kom við. Hetta er ein stór løta fyri landsliðið, segði hann.

Portugal náddi fjórðingsfinaluna í HM-kappingini í desember, men taptu her móti Marokko. Stutt eftir hetta støðgaði Fernando Santos sum landsliðsvenjari.

Roberto Martinez er Spanióli, men búði eitt drúgvt skeið í Bretlandi sum spælari fyri eitt nú Wigan Athletic, Motherwell og Swancea Cityt, áðrenn hann í 2007 gjørdist venjari hjá Swansea. Hann vandi eisini Wigan Athletic og Everton áðrenn hann gjørdist belgiskur landsliðsvenjari í 2016.

Martinez er fyrsti landsliðsvenjari hjá Portugal, sum ikki hevur portugisiskt sum móðurmál. Portugal hevur fyri tað mesta havt egnar landsmenn sum landsliðsvenjarar. Í tveimum føru hava venjararnir verið brasilskir, men tey tosa – sum kunnugt – eisini portugisiskt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder