Fótbóltur

Mattias Hellisdal er spildurnýggjur á A-landsliðnum

Tørvur er á honum og Áka Samuelsen á A-landsliðnum, og nú skaðar serliga raka sentrala miðvøllin skal Emil Weihe Joensen á fyrsta sinni við til kappingardystir. Føroyar byrja Nations League móti Kasakstan 26. september á Tórsvølli.

Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen hava U21-aldur, men Allsvenskan-spælararnir skulu nú við A-landsliðnum til kappingardystir (Mynd: FSF)

Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen hava U21-aldur, men Allsvenskan-spælararnir skulu nú við A-landsliðnum til kappingardystir (Mynd: FSF)

2026-09-14 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit fara nú undir eina nýggja og spennandi avbjóðing við nýggjari kapping og fýra tøttum dystum. Sum altíð eru nakrir skaða, og hesaferð raka teir serliga sentrala miðvøllin. Men har hava vit funnið nýggjar loysnir.

Soleiðis segði Eyðun Klakstein á tíðindafundi á Tórsvølli sum júst er liðugur. Har setti A-landsliðsvenjarin navn á teir 23 spælararnar, sum um eina viku savnast júst á Tórsvølli.

[object Object]
Eyðun Klakstein fyri løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Júst á miðvøllinum eru broytingar. Mattias Hellisdal hevur spælt nógv og staðið seg væl í bestu svensku deildini seinastu mánaðirnar; nú skal 20-ára gamli miðvallarin við A-landsliðnum á fyrsta sinni. Emil Weihe Joensen var við til Baltic Cup-venjingarkappingina í juni, men nú skal týðandi spælarin hjá NSÍ eftir øllum at døma kastast fyri leyvurnar í kappingardystum.

[object Object]
Emil Weihe Joensen, her í U21-landsdysti á Tórsvølli tá Eyðun Klakstein og Atli Gregersen vóru landsliðsvenjarar her. Møguliga verður orkuríki miðvallarin at síggja har sum A-landsliðsspælari í næstu viku ell í oktober (Mynd: FSF) 

Brandur Hendriksson Olsen, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen og René Shaki Joensen eru allir skaddir. Hallur Hansson spældi 65 minuttir í Sørvági í gjár, men metingin er, at royndi miðvallarin ikki er tøkur til so nógvar tættar dystir. Eyðun Klakstein hevur júst staðfest í samrøðu við FM1, at Hallur Hansson er á "standby" í løtunui.

Lurta á FM1 eftir samrøðum

Longur frammi eru Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson ikki tøkir vegna langtíðarskaða - harvið skal Jóan Símun bíða nakað longur eftir dysti nummar 100. Meinhard Egilsson Olsen er heldur ikki fullbirgur, og mett verður ikki at NSÍ'arin skal við hesaferð. Hinvegin skal Áki Samuelsen við til sínar fyrstu kappingardystir, meðan Aron Benjaminsen skal bíða, eina løtu í øllum førum, til A-landsliðsfótbólt. Hearts-spælarin var á U21-listanum.

Í verjupartinum var nógv at velja í, og Arnbjørn Svensson og Gullbrandur Øregaard, ið hava verið við javnan seinastu árini, sita heima i fyrstu syftu hesaferð. Pláss er heldur ikki fyri Ari Olsen, sum spælir fast í næstbestu donsku deildini. Ási Dam kann spæla báðar vongbakkarnar, og Heini Vatnsdal kann spæla sínar fyrstu kappingardystir á landsliðnum síðani 2022.

Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland) 

Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) *
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)

Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

* Fyrstu ferð á A-landsliðnum

Eyðun Klakstein segði á tíðindafundinum, at eitt 24. pláss stendur opið, og at onkrar broytingar kunnu koma millum dystirnar, tí talan er um so drúgt tíðarskeið.


Dagført: 10.35

-----------------------------------------------------------------

Her sæst dystarskráin hjá Føroyum næstu tíðina. UEFA hevur koyrt landsliðsvindeyguni í september og oktober saman, og tískil eru fýra dystir innan ellivu dagar á skránni.

26. sept.
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)

29. sept.
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)

2. okt.
Føroyar  – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)

6. okt.
Kasakstan A – Føroyar (Astana / 15:00)

Portalurin og FM1 fara at fylgja landsliðnum tætt hetta tíðarskeiðið - í Føroyum og í fjarskotnum londum. Meira um landsliðsúttøkuna seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder