Mikudagin var tað Kongsvinger, og í dag var tað Haugesund, sum fekk oyruna í maskinuna í Drammen.
Aðru ferð uppá fimm dagar var oddadystur á Marienlyst leikvøllium, og heldur ikki hesaferð var nakar ivi um úrsltið. Liðið hjá Magna Hoseth koyrdi á; var á odda 3-0 í steðginum og burdi tá fingið fleiri mál. Aftur endaðii tað við, at Strømsgodset skoraði fimm mál í oddabraki.
Video: Lamhauge, Hoseth og Pingel kós móti uppflyting eftir stórsigur
Hetta var triði dysturin á rað við fimm Strømgogdset-málum. Liðið við føroyska landsliðsmálverjanum og Sebastian Pingel fremst er flúgvandi eftir landsliðssteðgin, og hetta var fimti sigurin á rað.
![]()
Sebastian Pingel er í øðiligum málformi fyri tíðina (Mynd: Sverri Egholm)
Pingel skoraði eitt mál, fyrrverandi áleyparin hjá B36 og HB hevur nú 19 fyri árið í næstbestu norsku deildini, og Mattias Lamhauge hevði onkra stórbjarging.
Sí hæddarpunktini frá dystinum ovast ella á Youtube-rásini hjá TV2 Sport
Málið hjá Sebastian Pingel sæst eftir 1.30 - flott bjarging hjá Mattiasi Lamhauge sæst frá 2.18
Flottu úrslitini gera, at Strømsgodset er á 1. plássi, nú trý umfør resta í. Tað eru framvegis bert eitt stig niður til júst Haugesund og Kongsvinger. Um bæði yvirhála, rýkur beinleiðis uppflytingarplássi til Eliteseriuna, sum føroyingafelagið nú er á.
Strømmen er á skránni um eina viku - tá skal Strømsgodset ikki snáva
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald