Fótbóltur

Mattias Lamhauge partur av søguligari uppflyting

Fredericia skal fyri fyrstu ferð upp í Superliguna. Hetta er greitt eftir 5-1 sigur á Hvidovre og javnleikin hjá Horsens. Føroyski landsliðsmálverjin hevur sáttmála fyri næsta kappingarár eisini.

Fredericia skoraði fimm mál eftir steðgin, og samstundis tveitti kappingarneytin Horsens eina 2-0 leiðslu seinastu minuttnar móti OB, sum er hin uppflytarin í Nordic Bet deildini

Fredericia skoraði fimm mál eftir steðgin, og samstundis tveitti kappingarneytin Horsens eina 2-0 leiðslu seinastu minuttnar móti OB, sum er hin uppflytarin í Nordic Bet deildini

2025-05-09 23:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru veitslulag í føroysingafelagnum Fredericia, sum eftir 24 ár á rað í næstbestu donsku deildini, fyri fyrstu ferð hevur spælt seg upp í fremstu deildina.

Fredericia greiddi sína skyldu í kvøld við 5-1 sigri á Hvidovre frammanfyri metnógvum áskoðarum á Monjasa Park. Tað var annars 0-1 í steðginum, men í 2. hálvleiki gjørdi heimaliðið veruliga bart.

Samstundis tveitti kappingarneytin Horsens eina 2-0 leiðslu seinastu minuttnar móti OB, sum er hin uppflytarin í Nordic Bet deildini.

Tað endaði 2-2 í Horsens, og tá tað frættist í Fredericia byrjaði fagnaðurin av álvara. 

HER ber til at síggja tá tað hendi - aðrastaðni á síðuni hjá TV3 Sport ber til at síggja hæddarpunkt frá sjálvum dystinum

Mattias Lamhauge kann eisini fegnast. 25-ára gamli havnarmaðurin hevur havt leiklutin sum eykamálverji hjá Fredericia so at siga alt kappingarárið. Hann spældi tríggjar dystir tíðiliga í kappingarárinum og hevur annars sitið í skugganum hjá Valdemar Birksø.

Birksø skal til Fredrikstad í summar. So er spurningurin, hvønn leiklut Mattiast fær. Hann byrjaði inni í seinasta A-landsdystinum hjá Føroyum í Montenegro.

[object Object]Mattias til venjing í Podgoricia. Eftir skaðar seinasta summar hevur føroyingurin fyri tað mesta vant og spælt lítið seinasta árið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias hevur eisini sáttmála fyri 2025/2026 eisini.

Í kvøld kann Mattias Lamhague so fegnast saman við liðfeløgunum. Plássið hevði annars verið tryggjað eitt av teimum báðum seinastu umførunum, men fyri Fredericia var tað søtt at fáa fatur á plássinum hetta fríggjakvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder