Fótbóltur

Mbappé og argentinar fingu heiðrar eftir finaluna

Mbappé tók í síðstu løtu heitið sum toppskjútti frá Messi, men nummar 10 hjá Argentina fekk gullið og heiðurin sum besti spælari í kappingini. Besti málverji og ungi spælari eru eisini úr Argentina.

Mbappé ikki eins fegin og hinir, men HM-toppskjúttin eigur størsta heiðurin fyri, at finalan hóast alt gjørdist so spennandi og framúr (Mynd: EPA)

Mbappé ikki eins fegin og hinir, men HM-toppskjúttin eigur størsta heiðurin fyri, at finalan hóast alt gjørdist so spennandi og framúr (Mynd: EPA)

2022-12-19 09:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein finala millum Argentina og Frakland, men risastóri dysturin í Katar í gjár var eisini ein dystur millum 35-ára gamla Lionel Messi og 23-ára gamla Kylian Mbappé. Til dagliga eru teir liðfelagir í PSG og mett verður av summum, at fraklendingurin er eitt slag av arvingi hjá argentinanum sum heimsins fremsti fótbóltsleikari.

Í knock-out dystunum hava teir stríðst fyri at fáa síni lið til finaluna men eisini um toppskjúttaheitið. Áðrenn dystin í gjár høvdu Mbappé og Messi skorað fimm mál hvør. Argentinin legði ógvuliga væl út við tryggum brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hann var við í flotta 2-0 málinum. Kylian Mbappé var ikki serliga sjónligur, men sum Frakland mentist, kom hann betri við og fyrst skoraði hvirluvindurin til 1-2 við brotssparki, og tveir minuttir seinni javnaði Mbappé við flottum fluktara.

Í longdu leiktíðini skoraðu PSG-menninir hvør sitt mál, og tað endaði harvið 8-7 til Kylian Mbappé, ið longu hevur skorað 12 HM-mál í 14 dystum og spælt í tveimum HM-finalum, har maðurin úr París hevur skorað samanlagt fýra mál. Hesaferð eydnaðist tað ikki tó ikki Mbappé og Fraklandi at vinna gullið. Hann fekk toppskjúttaheitið, men Messi fekk hesaferð hendur á steypinum, og fyri aðru ferð valdi FIFA hann til besta spælara í einum HM-endaspæli.

[object Object]Mbappé skoraði tríggjar ferðir úr ellivu metrum - einaferð í brotssparkskappingini - og einaferð við fluktara. Hetta var tó ikki nóg mikið (Mynd: EPA)

[object Object]

[object Object]Tað vóru Messi og liðfelagirnir, ið kundu fegnast eftir brotssparkskappingina (Myndir: EPA)  

Fyrru ferð var í Brasil í 2014, har Argentina tapti finaluna fyri Týsklandi eftir longda leiktíð. Tá var Lionel Messi  "í besta fótbóltsaldri", men ikki eins eyðsýndur og avgerandi sum hesuferð. Hann skoraði í øllum knock-out dystunum og rúnarbant við millum annað driblingum, góðum yvirblikki og alveringum - síðsti HM-dystur hansara gav eisini lágvaksna fótbóltsúrmælinginum úr Rosario tað, sum hann og allir aðrir argentinar so inniliga ynsktu.

Tveir aðrir lyklaleikarar hjá Argentina fingu eisini heiður. 30-ára gamli Emiliano Martinez stríddist leingi á sínari yrkisleið, men er nú fastur Premier league-málverji og hevur undir Lionel Scaloni bitið seg fastan á landsliðnum. Hann átti stóran leiklut í Copa America-gullinum í fjør og eisini í hesum: Martinez bjargaði tveimum brotsspørkum í brotssparkskappingini móti Niðurlondum í fjórðingsfinaluni, einum í gjár, umframt at hann hevði eina risabjarging í 120 og eina í yvirtíðini móti Avstral. Martinez helt málið reint tríggjar ferðir í Katar og fekk gyltu handskarnar.

[object Object]

[object Object]Martinez syrgdi í 120. minutti fyri, at dysturin yvirhøvur kom til brotssparkskapping. Hann bjargaði síðani skotinum hjá Kingsley Coman (Myndir: EPA)

Tað var Enzo Fernandez, ið varð valdur sum besti ungi spælarin í HM-endaspælinum. 21-ára gamli miðvallarin úr Benfica byrjaði á bonkinum tveir teir fyrstu dystirnar hjá Argentina í Katar, men eftir at hann kom inn, skoraði og spældi væl móti Meksiko hevur heldur verjukendi, taktiskt og tekniskt dugnaligi miðvallarin verið fastur maður. Hann hevur arbeitt gróthart og staðið fastur í trýstinum - Fernandez spældi allar 120 minuttirnar í gjár og í fjórðingsfinaluni, eins og fullan dyst í hálvfinaluni. Hann hevði flest nertingar, flest rættar alveringar og flest takklingar av øllum í finaluni í gjár og vann heldur óvæntað heiðurin frammanfyri Jude Bellingham og Josko Gvardiol.


HM-heiðrar

Toppskjútti (Golden Shoe):
Kylian Mbappé, 8 (Frakland)

Besti spælari (Golden Ball): Lionel Messi (Argentina)

Besti málverji (Golden Gloves): Emiliano Martinez (Argentina)

Besti ungi spælari (21 ella yngri)Enzo Fernandez (Argentina)


[object Object]Tríggir fegnir vinnarar úr Argentina


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder